Skriva út

Jørleif-Ole Jacobsen

Jørleif-Ole Jacobsen
klokkari
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jørleif Ole-Jacobsen er doyptur Dávur Jørleif Ole-Jacobsen og hann átti ein langabba, sum kallaðist Ole Jacob og ein danskur prestur gjørdi Jacob til eftirnavn og øll undan hesum langabba kallast Jacobsen. Hjørleif er klokkari í Sørvágs kirkju. Hann er føddur 25. mai 1941.

-Eg byrjaði við at avloysa ein mammubeiggja, Olaf Laurits, sum hevði verið klokkari leingi. Hetta var í ár 2000. Hann ringdi seinastu ferð í 2007. Nú eri eg fastur klokkari og vit eru fýra sum skiftast. Tað er ikki eitt arbeiði, sum er serliga bundisligt. Her er ringingin automatiskt, her eru bara knøttar at trýsta á og ikki upp á gamla mátan. Kirkjutænarar hava altíð verið í okkara familju. Ein abbabeiggi, Tummas Lauritsen, var deknur leingi, sigur Jørleif Ole-Jacobsen.

-Í dag eri eg pensioneraður og eg havi verið bankamaður í samfull 38 ár. Eg arbeiddi í táverandi Sjóvinnubankanum og byrjaði at læra í 1963. Eg lærdi her í Sørvági og gekk á skeið í Havn og í Danmark. Bankaverðin er nógv broytt mína tíð. Í fyrstuni var alt roknað við hond, eitt nú renturokningin. Síðan komu maskinur við holkortum og síðan teldurnar. Skiftið til teldurnar var svárt fyri meg, mær dámdi tað ikki og gavst, tá eg hevði fylt 60 ár. Eg hevði ein dreym um at fara frá vegna aldur, men menningin gekk alt for skjótt fyri meg. Í dag ordna fólk sjálvi ein stóran part at tí vit gjørdu og tey gera tað enntá heima.

Jørleif er giftur við Dinnu úr Miðvági. Hon er doypt Hanna Kristina Marianna og verður kallað Dinna. Tey eiga seks børn og 11 barnabørn og eitt langbarnabarn. Har er lívligt hjá teimum, tá øll eru heima.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.