Skriva út

Jóannis Fonsdal

Jóannis Fonsdal
deknur í Samuelskirkjuni
Hans Egede Kirke
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóannis Fonsdal hevur seinastu 14 árini verið prestur í Embdrup kirkju í Keypmannahavn og hann er ein maður, sum hevur verið sjónligur í føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn, heilt frá at hann fór undir gudfrøðislestur í Keypmannahavn í 1994. Jóannis er føddur 7 oktober 1972.

-Eg eri uppvaksin á Skála og bar eftirnavnið hjá pápa mínum fyrstu árini. Johannesen er eitt rættuliga vanligt eftirnavn, nógv eita soleiðis. Eg eri uppkallaður eftir abba mínum í Vestmanna og havi altíð itið Fonsdal til millumnavn og tí strikaði eg Johannesen. Fonsdal er eftirnavnið hjá mammu míni Juliu, sum var ættað úr Vestmanna. Fonsdal sum eftirnavn var við at doyggja út, tað var tí eg valdi at skifta eftirnavn, sigur Jóannis Fonsdal.

-Eg fór niður at lesa gudfrøði í 1994 og var vanur við at ganga í kirkju og tí gjørdist eg beinanvegin ein partur av føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn. Eg var eisini vanur at gera tænastu í kirkju, áðrenn eg fór niður. Eg hevði verið organistur í Skála kirkju. Eg byrjaði sum deknur í Samuelskirkjuni í 1996 og í 1999 var eg eisini kirkjutænari í danska partinum av kirkjuni. Eg skiftist við Øssur Kjølbro.

-Í 2003 var eg liðugur at lesa gudfrøði og varð settur prestur í Dómkirkjuni, Kaldbak og í Nólsoy. Hetta var eitt fyribilsstarv. Fyrsta september 2005 varð eg settur í starv sum prestur í Embdrup kirkju og har eri eg enn, sigur Jóannis Fonsdal.

-Eg eri vikarur fyri føroyska prestin í Keypmannahavn Borgny Brunning Hansen, tá íð hon er í feriu.

Jóannis Fonsdal er giftur við Sigrid Andreassen ættað av Viðareiði og tey eiga fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu.
 
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”