Skriva út

Jóannes Patursson

Jóannes Patursson
deknur og klokkari
Kirkjubøar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóannes Patursson hevur arvað starvið sum deknur og klokkari í Kirkjubøar kirkju ella Ólavskirkjuni, sum hon eisini verður nevnd. Jóannes er bóndi í Kirkjubø og er føddur 5. mai í 1970.

-Tað er ikki kapping um hetta starvið. Pápi hevði tað, abbi eisini og heilt aftur til oldurabban Jóanes Patursson og helst longur aftur eisini.

-Tað er fast gudstænasta fyrsta sunnudag í hvørjum mána, klokkan 11. Tá koma fólk úr Kirkjubø og av Velbastað í kirkju. Tað hevur ongantíð verið siður at halda deknagudstænastu í kirkjuni. Orsøkin er helst, at kirkjan er køld. Fyrr var lestur lisin í roykstovuni og hon er flógvari. Tað vil siga, at tað er bara gudstænasta í Kirkjubø, tá íð prestur er, sigur Jóannes Patursson.

-Tá eg var barn, gingu vit í kirkju, pápi helt okkum til og tann siðin haldi eg enn, ikki tí eg skal, men tí eg havi hug til tað. Pápi læs lestur heima og vit fóru í kirkju, tá íð prestur var. Í gomlum døgum vóru eini 30 fólk í húsi á garðinum og bóndin læs lestur hvønn einasta sunnudag.

-Vit hava einki ljóðføri í kirkjuni, men brúka fólk, sum syngja fyri. Dánial Pauli í Búðini á Velbastað var forsangari ein stóran part av lívinum. Nú hava vit tríggjar forsangarar, sum allir búgva á Velbastað.

Jóannes er giftur við Guðrið Patursson, fødd Tórsheim. Tey eiga fýra børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.