Skriva út

Jóannes Dalsgarð

Jóannes Dalsgarð
kirkjusangari
Kirkjubøar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Elsa Jacobsen, Fróði Sandoy Jóannes Dalsgarð byrjaðu sum kirkusangarar í Kirkjubøar kirkju, tá íð Dánial Pauli í Búðini legði frá sær. Hann gavst um aldarskiftið. Jóannes er føddur 20. november 1935.

-Hetta er ein søgulig kirkja í Kirkjubø, sum er felagskirkja fyri Kirkjubø og Velbastað. Kirkjubókin, sum hevur verið nýtt seinastu 100 árini er í brúki enn. Friðrik Petersen, próstur, hevur skrivað fremst í henni, sigur Jóannes Dalsgarð.

-Dánial Pauli var leingi sangari og einsamallur. Hann hevði hjálpt gamla Páll, sum var sonur Jóannes Paturson, bónda. Velbastaður og Kirkjubøur hanga saman kirkjuliga eisini. Her hevur ongin kirkja verið á Velbastað, tað nakar veit um at siga.

-Eg var formaður í kirkjuráðnum, tá íð Dánial Pauli legði frá sær. Tað er kórið Sólarmagn, sum hevur kirkjusangin um hendur. Kórið avsetur tríggjar kirkjusangarar. Vit eru glað fyri at syngja saman, sigur hann.

-Sum ungur fór Jóannes Dalsgarð niður á Landboháskúlan at lesa jarðarbrúk. Hann var liðugur í 1970 og kom heim aftur at arbeiða í Jarðarráðnum. Hann var stjóri í Jarðarráðnum frá 1981 og fram til  2004.

-Tað arbeiðið snúði seg í høvuðsheitinum um fyrisiting av jørð og Jarðargrunnin.
Jóannes er giftur við Ingrid Sondum. Tey eiga trý børn. Djóna, Ernst og Tórun. Tað er vorðið til átta barnabørn og fýra langbarnabørn.

-Eg og Ingrid eru javngomul og vit royna at halda okkum í form. Vit ganga nógv í gongufelag, sigur hann.

-Tað lá til húsið hjá okkum at vera í kirkjuráðnum. Mamma sang væl og pápi var góður kvøðari, sigur hann.

-Tá vit, í mínum ungu døgum, fóru í kirkju í Kirkjubø, fór dagurin við tí. Hetta var einaferð um mánaðin. Vit vitjaðu slekt og vinir í fleiri húsum aftaná gudstænastuna. Tað var ein tími at ganga ella fimm kilometur, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.