Skriva út

Jóannes Christiansen

Jóannes Christiansen
degnur og klokkari
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóannes Christiansen er fast búsitandi á Kirkju og hann hevur fast starv sum maskinmeistari á elektrisitetverkinum, sum liggur á Kirkju. Jóanes er føddur 15. mars í 1948.

-Eg avloysti Christian Frederik Christiansen. Hann var deknur í eitt mannaminni og tók við starvinum í 1952. Hann doyði í 1998. Eg avloysti hann onkuntíð sum deknur stutt áðrenn hann doyði. Annars var eg klokkari áðrenn, sigur Jóannes Christiansen.

-Kona mín eitur Bergfríða, hon er úr Sandavági. Vit giftust í 1974 og settu okkum niður í Sandavági. Men eg veit ikki, eg longdist aftur úr á Kirkju og fekk yvirtalað konuna. Vit bygdu her á Kirkju í 1978 og fluttu endaliga út í 1982, sigur hann.

-Eg haldi meg ikki búgva í eini doyggjandi bygd, ella vil ikki trúgva tí, men veturin er ein avbjóðing fyri okkum. Um tyrlan ikki var komin, so hevði verið tómt her. Eg kann nevna eitt dømi. Systurdóttir mín breyt beinið her úti, ein hálvan tíma seinni var hon á sjúkrahúsið. Tyrlan er ein trygd fyri okkum, sigur hann.

-Eg lærdi til maskinsmið á Tórshavnar Skipasmiðju. Var til skips við Klakki á Flemmish Cap. Fór á skúla, tá íð eg kom aftur og tók tað sum var at taka í Føroyum sum maskinmeistari. Eg var annar maskinmeistari við Leiki og síðan fyrsti meistari. Eg var við Leiki í tíggju ár frá 1973-1982. Eg havi ongantíð siglt úti, bara verið við fiskiskipum. Var eisini við Boðanesi í nøkur ár. Nú havi eg starv hjá SEV, sum er staðbundið til heimbygdina.

Jóannes og Bergfríða eiga trý børn og fýra barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.