Skriva út

Jóanes Petersen

Jóanes Petersen
deknur
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

At vera deknur er ikki so fremmant í familjuni hjá Jóannes Petersen í Bø. Mammubeiggi hansara, sum var føddur í 1912 var deknur í mong harrans ár. Hann kallaðist Steingrim Guttesen. Hann var sum ungur til skips, og legðist so uppi og gjørdist heimamaður, gjørdi ymiskt fyrifallandi arbeiði og var seyðamaður. Tí var hann vælegnaður at røkja deknastarvið.

-Eg plagdi at lesa, tá mammubeiggin var burtur, eg læs í 1971. Tá var eg 26 ára gamal. Eg eri føddur 16. august 1945. Eg gekk tá á læraraskúla á triðja ári. Eg haldi mamma vildi hava meg út til Bíggjar at lesa. Tá eg var vikarur á Giljanesi, var eg fleiri ferðir úti í Bø og læs.

-Eg fór niður í 1966. Eg var fyrst á háskúla í Havn og síðan fór eg niður á Haslev Seminarium. Hetta seminarium hoyrdi undir Indre missiónina. Eg hevði avgjørt, eg vildi vera lærari. Eg minnist, at eg kom heim aftur við flúgvara. Steingrim, mammubeiggi var framvegis deknur og abbi mín Gutti Guttesen var klokkari og lær onkuntíð eisini.

-Eg kom heim aftur í 1972 og var eitt ár vikarur á felagsskúlanum á Sandi. Síðan søkti eg til Sørvágs og fekk starvið. Her kom eg at arbeiða saman við navnframa DD. Hann var eitt serstakt menniskja við eini heilt serligari útstráling og hóast føroyingur var hann danskari enn ein dani.

Jóannes er giftur við Jónvør, sum er ættað út Klaksvík. Tey giftust í 1974. Tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina gentu. Familjan er vaksin og nú eru fimm barnabørn. Ein sonur býr niðri og dótturin, sum er yngst lesur í Svøríki.

-Eg fór frá, tá ið eg var 62 ára gamal. Nú frítíðin er nógv, takist eg við at halda hús og hava og so hjálpi eg til í Blákrossbúðini í Miðvági.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.