Skriva út

Jóanes Johannesen

Jóanes Johannesen
klokkari
Funningur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Fyrstu ferð eg var klokkari í Funningskirkju, var tá Anna hjá Sáru stóð undir børu. Tað var fyrstu ferð, at eg ringdi fyri líki eisini. Áðrenn hevði eg ringt onkuntíð fyri Sámal og eisini fyri Martin Højsted, sum var sjómaður og var nógv burtur.” Orðini eigur Jóanes Johannesen, sum síðan 1998 mest sum burturav hevur verið klokkari í Funnings kirkju. Jóanes er føddur 23. august 1950.

-Í fyrstuni tók eg í klokkuna onkuntíð, tá íð øðrum barst frá, men so gjørdist klokkarastarvið meira formelt og eg vildi hava ansetilsisbræv og tað fekk eg. Eg eri av klokkaraætt, klokkarar hava verið í familjuni, sigur hann.

Jóanes hevur verið knýttur at fiskivinnustovuni og fiskimálaráðnum síðan 1. februar 1988. Nú er hann á fiskiveiðieftirlitinum.

-Eg havi valt at búð í Funningi. Konan mín Óluva Christiansen er av Kirkju. Eg vildi bara búgva her. Eg eri seyðamaður. Seyður og gæs eru interessan hjá mær og interessan hjá okkum. Fyrr høvdu vit posthúsið í kjallaranum eisini, tað var gott ískoyti. Tíðin er farin frá bygdunum. Hvør fór eitt nú av Fugloynni, tað vóru fugloyingar. Fólk flyta nærri arbeiðsplássunum. Hjá okkum er einki av børnunum her í bygdini. Vit áttu fýra børn, ein genta doyði fýra mánaðar gomul, sigur hann.

-Eg havi upplivað stórar løtur í kirkjuni sum kirkjutænari. Tá íð synirnir giftust vóru heilt serligir dagar fyri meg, eisini tá íð abbabørnini vórðu doypt. Tað er nakað heilt serligt at vera kirkjutænari slíkar dagar, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.