Skriva út

Jóanes Johannesen

Jóanes Johannesen
deknur
Dals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eideagaard

Dalbingurin Jóanes Johannesen hevur drúgva tænastu sum deknur í Dals kirkju. Hann hevur verið í tænastu síðan 25. februar 1977 og er kandidatur til fortjenstmedailjuna frá hennara hátygn Margrethu Drotning. Men enn hava ikki verið boð eftir honum úr kongshúsinum.

Jóannes hevur búð í Dali næstan alt lívið. Hann er føddur í Havn og uppvaksin í Dali. Sum 14 ára gamal fór hann á realskúla í Klaksvík. Hann átti ein pápabeiggja í Klaksvík og tað var orsøkin til at hann fór so langt norður. Jóanes var føddur 21. mai 1951.

-Tað var sum at koma í ein stórbý, tað vóru knapt 1000 skúlabørn í Klaksvík tá. Eg mátti takan áttinda flokk fyrst, tí skúlastjórin vildi hava, at næmingar, sum ikki høvdu gingið í fólkaskúla í Klaksvík, skuldu ganga eitt ár, áðrenn teir sluppu í realskúlan, sigur Jóannes Johannesen.

Og síðan var farið á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1975.

-Eg fekk starv á meginskúlanum í Sandoynni og síðan havi eg verið knýttur at skúlunum her í oynni. Frá 1975-1978 var lærari á Meginskúlanum. Síðan gjørdist eg varaskúlastjóri og var í tí starvinum fram til 2006, tá íð eg fór at vera lærari á lítla skúlanum í heimbygdini Dali og her var eg til skúlin var niðurlagdur í 2009. Síðan fór eg aftur á Meginskúlan, har var eg í tvey ár aftur varaskúlastóri og síðan stjóri til eg fór frá við pensión. Eg eri enn tiltakslærari á Meginskúlanum.

-Konan Oddvør er ættað av Oyrabakka og hon flutti sum smágenta til Haralssund, tí mamman festi ein garð har. Eg og Oddvør møttust í skúlanum í Klaksvík. Vit eiga fýra børn og 11 barnabørn. Her hevur fruktað væl.

-Dalur er ein ognarbygd, her er bara ein mørk í kongs og 22 ognarmerkur. Øll Hava jørð og fáast við seyð, eisin eg, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.