Skriva út

Jóanes Joensen

Jóanes Joensen
klokkari
Hests kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tey, sum ikki kenna Jóanes væl, kalla hann ofta fyri hestmannin og hetta hendir, hóast hann ikki er uppvaksin í Hesti. Sambandið til Hest skal finnast í mammuni, sum eitur Emmy Ingibjørg Joensen, fødd Coldbjørnsen og verður kallað Didda.

-Eg havi brúkt allan mín ungdóm og alt vaksna lívið í Hesti, tá íð eg kann. Eg haldi til í barndómsheiminum hjá mammu, tá ið vit eru í Hesti. Og tað er ikki tí, at vit eiga jørð, at eg eri so nógv í oynni, orsøkin er einføld, at mær dámar at vera har, sigur Jóanes Joensen, sum er klokkari í kirkjuni í Hesti. Hann er føddur 5 april 1962.

-Eg eri føddur og uppvaksin á Reyni í Havn. Tá íð eg var átta ára gamal, fluttu vit til Sørvágs. Og í Sørvági hevði eg samband til Gásadals, tí pápi var ættaður hagani. Pápi og tveir brøður høvdu konu úr Hesti, sigur hann.

-Eg havi verið klokkari í Hesti seinastu árini. Vit eru fleiri, sum skiftast, so tað er ikki so bundið.

Í fríðtíðini klintrar Jóanes í bjørgum og í fjøllum. Hann er við í eini deild undir Havnar Bjargingarfelag, sum kallast Mount Rescue og teir venja, fyri at koma fólki til hjálpar, sum koma illa fyri í brattlendi. Yngri sonurin, Janus er eisini virkin í hesum arbeiðinum og hann er djarvur.

Jóanes er útbúgvin maskinmeistari við víðkaðum prógvi. Hann hevur verið knýttur at Strandferðsluni síðan 1991 og siglt við strandfaraskipunum og hevur eisini verið leingi lærari á tekniska skúla.

Jóanes er giftur við Jenny Elisabeth í Gong, hon arbeiðis sum sjúrarøktarfrøðingur.

-Vit eiga tveir synir og eg eisini eina vaksna dóttir, sum lesur lívfrøði í Noregi, sigur Jóanes Joensen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”