Skriva út

Jóan Petur Eliassen

Jóan Petur Eliassen
organistur
Leirvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóan Petur Eliassen hevur føðingardag í dag, nú eg hitti hann í heiminum í Leirvík. Dagurin er 29. august og hann fyllir 78 ár. Telefonin ringir og fólk ynskja honum tillukku. Vanliga heldur hann føðingardagar, men í ár hevur hann ikki hug til tað. Her er sorg í húsinum. Fram í móti jólum í fjør doyði dótturin Ingun av ringari sjúku og nakrar mánaðar framman undan í september doyði svigarsonurin, maður hennara, Óla Jákup.

-Vit skilja einki av hesum, og hetta hevur ikki verið lætt fyri okkum at koma í gjøgnum, sigur Jóan Petur, meðan konan Bina skeinkir kaffi. Hon er dóttir Óla bónda í Leirvík.

-Eg havi spælt av og á í kirkjuni og longsta tíðarskeiðið var tíggju ár. Tað var meðan eg arbeiddi á einum trolvirki og var heimamaður. Eg sigldi annars við fiskiskipum, sum ungur við normonnum og seinni við føroyskum fiskiskipum. Seinnu árini sum kokkur við trolarum hjá Ossa. Mær hevur altíð dámt væl at manurerast við mat. Ossi er nokk tann útisetin, sum er mest sjónligur í Leirvík, hann vitjar ofta aftur til heimbygdina, sigur Jóan Petur Eliassen.

-Eg byrjaði við harmonikuni. Tað var mamma, sum keypti hana niðri frá. Har kom eg á lagið og eg spæli enn harmoniku, dámi væl spanskan tónleik. Jú familjan er musikalsk, vit eru fimm brøður og tríggir spæla ljóðføri, sigur hann.

-Hvussu bleiv eg organistur í Leirvíkar kirkju. Ein kona, Bina, kona Jóan Petur í Hoygarðinum var deyð og ongin var at spæla. Boð vóru eftir mær, hetta var í 1966, síðan spældi eg av og á og eitt áramál fast, sigur hann.

-Eg eri slett ikki upplagdur at halda føðingardag í dag. Dótturin, sum ikki er millum okkum longur, melur í høvdinum. Hon var so evnarík, tað fall henni lætt at ganga í skúla. Hon var lærari og her er so tómligt aftaná. Vit sakna hana inniliga, sigur hann mest sum við seg sjálvan.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”