Skriva út

Jóan Jakku Heinesen, Akko

Jóan Jakku Heinesen, Akko
deknur
Viðareiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Eg byrjaði við at avloysa Olevinus Sørensen, og tað merkti altíð í fyrstuni, tí Olevinus var altíð til skips. Eg havi siglt eisini, men seinastu átta árini havi eg verið við einum alibáti hjá Bakkafrost og heima hvønn sunnudag, tí ber til at vera deknur, sigur Jóan Jakku Heinesen, sum vanliga verður nevndur Akko. Hann er føddur 2. februar 1952.

-Eg eri viðoyingur og havi verið í kirkju, síðan eg dugdi at ganga. Hjá okkum var einki sum at, man skuldi í kirkju, sigur Akko.

-Eg havi verið glaður fyri at vera deknur. Kirkjutænarastarvið hevur týdning fyri meg, tað er eitt kall. Mær dámar at lesa lestrar og í lestrunum hjá Dahl er ofta ein góð søga. Fyrsti lesturin er læs í kirkjuni, var um tann góða hirðan, minnist eg, sigur hann.

-Mítt stóra frítíðarítriv er seyður. Eg havi ein fýramarkagarð uppi á Váli. Sum yngri var eg nógv í Settorvuni eftir lunda um summarið. Tíðin í Settorvuni er frá Jóansøku og fram til Ólavsøku. Ein var ikki eins hundasjúkur triðja dag eftir Ólavsøku, um man hevði brúkt tjóðarhøgtíðina í lundalandinum. Lundatíðin dróg nógv og vit gingu høgt upp í tað, sigur hann.

-Konan Mirjam er av Brekkumørk á Viðareiði. Vit eiga fimm børn, tvær døtur búgva í Havn og ongin býr á Viðareiði. Vit hava fingið 11 barnabørn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.