Skriva út

Jensina Olsen

Jensina Olsen
kirkjusangari
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Summar røddir eru kendari enn aðar og summar røddir brenna seg fastan í tilvitskuna. Jensina Olsen eigur eina tílíka rødd og hon hevur verið at hoyra í útvarpi seinastu árini og fólk kenna hana. Sankta Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn kennir eisini frálíku songrøddina hjá Jensinu. Hon hevur verið kirkjusangari í mong ár. Jensina er fødd 7 juli 1970.

-Eg havi búð leingi niðri, arbeitt niðri, gingið í skúla niðri. Og komin til Danmarkar rendi eg meg í nógvan sang Í Keypmannahavn. Eg flutti niður í 1988 og havi sungið kórsang. Eg kom eisini upp í kórið MPIRI.

-Eg gjørdist kirkjusangari saman við Kristin Bech, Benjamin Gaasedal og Boga Mouritsen. Koralharmoniir er nakað heilt serligt, og eg kenni til hetta heima, tí babba, Knút Olsen, fæst við at smíðja sálmaløg. Tað er eisini áhugavert at tað at luttaka sum kirkjusangari endar við at gerast ein útbúgving. Annars kann ein læra til kirkjusangara niðri. Vit møttu áðrenn gudstænastuna og sungu út frá blaðnum, til vit dugdu. Vit sungu millum annað tað, sum verður kallað motet, og tað er fleirræddaður sangur og ofta uttan ljóðføri. Hetta var brúkt nógv í katólskum kirkjum fyrr. Fyri meg var tað ógvuliga læruríkt at syngja úr nótum, sigur Jensina Olsen.

-Danskar kirkjur eru væl innrættaðar, har er pláss at sosialisera. Tað er hugnaligt, at fólk koma langvegis frá í kirkju og at fleiri hava verið leingi í kirkjuliðnum, ja, alt lívið. Eg var í Samuelskirkjuni og Bergur Jacobsen var prestur. Mær dámdi væl tað sosiala kring kirkjulívið. Vit hava brúk fyri at hoyra til, soleiðis er við einum kirkjuliði. Eg haldi, at føroyska fólkakirkjan eigur at hugsa enn meira um at fáa tað sosiala inn í kirkjulívið.

Jensina lesir til lærara í Føroyum og hevur annars sína egnu fyritøku innan undirhald. Hon eigur tvey børn saman við Trygva og tey búgva saman.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”