Skriva út

Jens Juleif Poulsen

Jens Juleif Poulsen
organistur
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Stytsta dag var ógvuliga myrkt og síðan er tað bara lýsnað. Tað er altið vón, sigur Jens Juleif Poulsen, sum er organistur í bønhúsinum í Søldarfirði. Hann er ættaður á Selatrað, og beiggi hansara Jangrim spælir eisini orgul, tað liggur til familjuna, Juleif er føddur styttsta dag fyri mongum árum síðani, ella nærri roknað tann 21. desember 1953. Seinastu fimm árini hevur hann verið organistur í bønhúsinum í Søldarfirði. Hann byrjaði tann 21. oktober 2011.

-Eg byrjaði at spæla sum átta ára gamal. Jangrim, bróður hevði fingið gamla orgulið úr kirkjuni heim til okkum. Kirkjan hevði fingið nýtt orgul. Hetta var í 1961 og so fór eg undir at læra meg at spæla á hesum gamla pumpuorgulinum, sigur Jens Juleif Poulsen.

-Vit eru av musikalskari familju. Vit eru 11 systin, harav 10 á lívi og vit eru seks brøður, sum allir hava spælt. Pápi, sum var ættaður av Eiði, var eisini eitt sindur musikalskur, hann hevði spælt har norðuri, áðrenn hann kom til Selatraðar. Pápi hansara, abbi mín, kallaðist Jens, eg eri uppkallaður eftir honum, sigur hann.

-Í 1980 fór eg á kvøldskúla at læra at spæla klaver og hetta var ógvuliga gott fyri meg. Klassiskur tónleikur er tað heilt stóra fyri meg og eg gangi nógv til klassiskar konsertir, sigur hann.

-Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men eg havi altíð havt størri áhuga fyri tónleiki, enn eg havi fyri at arbeiða, soleiðis er tað bara. Ikki tí, eg havi eisini arbeitt í mínum virkna lívi. Eg pussaði og sproytaði bilar á Selatrað og í Vestmanna og eg havi sveisað nógv í Fuglafirði. Heilsan er ikki i lagi og eg gjørdist fyritíðarpensionistur í 2002, sigur hann.

-Eg búgvi á Glyvrum saman við unnustu míni Jórun Jacobsen, hon er dóttir Jakku hjá Jákupi, sigur hann.

-Tær ferðirnar eg havi spælt í kirkjuni í heimbygdini kunnu teljast á eini hond. Ein av mínum stóru tónleikarligu fyrimyndum er Klaus Wunderlich, sum er føddur 18. juni 1931, ein stórur týskur tónleikari og síðan dámar mær ógvuliga væl Chopin og Frantz Listz og nógvan annan klassiskan tónleik, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.