Skriva út

Jens Hansen Jensen

Jens Hansen Jensen
organistur
Tjørnuvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jens er slett ikki tjørnuvíkingur soleiðis reint genetiskt. Hann er tilflytari og verður roknaður sum tjørnuvíkingur í dag. Sambandið við Tjørnuvík kann hann burturav takka konuni Hansinu fyri. Tað er hon, sum hevur slóðað fyri, soleiðis at hann í dag er ein týdningarmikil maður í norðastu bygdini á Streymoynni.

-Vit giftust i 1986 og tá flutti eg norður. Hansina eitur Jensen og eg eiti Hansen og eg skrivi meg Jens Hansen Jensen. Eg var heilt fremmandur, tá ið eg flutti til Tjørnuvíkar. Havi onki skyldfólk her.

-Eg komi beinanvegin upp í bygdarlívið. Varð valdur í hagastýrið og kirkjuráðið. Hansina er størsti jarðareigari í bygdini. Hon hevði jørðina eftir pápabeiggjan Jens Michael Jensen sum eru heilir 24 gyllin. Mammubeiggi hennara var klokkari og hetta starvið fekk eg skjótt, síðan var eg deknur og nú spæli eg orgul. Eg haldi ikki, at kirkjutænasta er nakað, sum eg skal hava pengar fyri. Tað er ein tænasta, sum eg geri gleðiliga. Vit í míni familju eru kirkjufólk í báðar ættir. Tá ið eg eri burturstaddur og ongin organistur er, eru tað kirkjusangarar, sum syngja fyri til gudstænastuna.

-Í 1989 tóku vit kingosálmin upp aftur í Tjørnuvík. Tað var Vilhelm Magnussen, sum er uppvaksin í Tjørnuvík og sum býr í Streymnesi, sum legði okkum lag á. Vit eru triðjahvørt ár niðri og syngja Kingo og kingo er ein gomul siðvenja, sum ikki hóskar væl inn í nýggju tíðina.

Jens er løgreglumaður og hann hevur vant seg við at koyra langa teinin úr Tjørnuvík og til Havnar. Hann og Hansina eiga tvey børn, gentu og drong.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.