Skriva út

Jenny Lydersen

Jenny Lydersen
deknur
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jenny Lydersen hevur verið deknur í Vesturkirkjuni síðan apríl 1989. Hon og maðurin fluttu til Havnar í september 1997. Tey høvdu tá verið lærarafólk á Viðareiði í 17 ár. Jenny er fødd 29. september 1954.

-Eg byrjaði sum deknur í Vesturkirkjuni 1. Páskadag 1998 og hesin dagurin var 12. apríl. Tað var full kirkja og talvan gekk, sigur Jenny og minnir seg aftur á fyrsta dagin.

-Vit fluttu til Havnar, tí maður mín, Selmar Jacobsen, hevði fingið starv sum stjóri á Sankta Frans skúla. Samstundis var eg vald sum formaður í Føroya Lærarafelag. Og eg hevði eisini fingið starv sum undirvísingarleiðari í Undirvísingar og Mentamálastýrinum. Eg kom í ein dupultleiklut av hesum og valdi formannssessin í Lærarafelagnum frá. Og eg eri framvegis í Mentamálaráðnum, sum tað nú eitur, sigur Jenny Lydersen.

-Eg eri fødd á Kirkju og uppvaksin við at ganga í kirkju hvønn sunnudag. Kirkjan hevur altíð verið ein partur av mínum lívi. Á Viðareiði var prestur bert einaferð um mánaðin, har var lestur lisin. Í Vesturkirkjuni eri eg eisini til arbeiðis ein dag um vikuna á skrivstovuni, tað er týsdag, sigur hon. Selma hevur onnur álitisstørv. Hon situr eitt nú í Bíbliufelagnum, hetta felag varð stovnað í 2012. Annars kom eg rættuliga ung til Havnar at ganga í realskúla og síðan gekk leiðin víðari fram til lærara, sigur hon.

Jenny og Selmar eiga fimm børn og 12 barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.