Skriva út

Jaspur Olsen

Jaspur Olsen
deknur
Vestmanna kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jaspur Olsen er rituvíkingur og tað blívur hann við at vera, hóast hann hevur búð í yvir fimti ár í Vestmanna og kennir hvørt mansbarn har og enntá ein stóran part av seyðinum eisini. Tú snakkar ikki leingi við hann, so melur hann og leitar aftur á slóðina og tá er hann í Rituvík, har hann er yngstur av 12 systkjum og øll eru á lívi enn. Og hann er føddur 24 juli 1932. 

    -Eg møtti konuni Sannu, tá ið eg gekk á læraraskúla í Hasle . Og vit eru saman enn. Hon er 80 ára gomul og vit búgva einsamøll í húsi. Børnini eru langt síðani flogin, vit eiga tríggjar dreingir, og tað er synd at siga, at tey undan okkum formerast skjótt. Tað var øðrvisi har eg komi frá, har vóru húsini full av børnum, sigur Jaspur Olsen. 

    -Eg havi verið leingi deknur í Vestmanna, heilt aftur til langt aftur í sjeytiárini í farnu øld. Hví eri eg deknur? Kanska ein partur av bakgrundini er uppvøksturin í Rituvík, sum var ein ógvuliga íðin missiónsbygd. Fyri meg var tað ein lætti at flyta úr missiónsumhvørvinum í Rituvík og til Vestmanna. Tað er ikki soleiðis, at eg havi tikið avstand frá missiónini, men eg fái tað ikki gott av at vera í tí umhvørvinum. Mær dámar ikki hesa hugsanina, at Várharra er ein strangur gudur, sum fylgir væl við og skrivar minus síðurnar niður. Mær dámar ikki at hava ein hevndarfullan Gud, tí haldi eg meg til kirkjuna og kenni meg heima í henni, sigur hann. 

    -Starvsleiðin hjá mær eftir lokna útbúgving byrjaði við einum ári á Tvøroyri, har eg var lærari. Tað var í 1959-1960. Síðan fekk eg starv í Vestmanna og var lærari fram til 1972, tá ið eg gjørdist stjóri á skúlanum. Í hesum starvinum sat eg fram til 1996, tá ið eg fór frá við pensión. Um hetta mundi var yvirskot av lærarum og tú kundi fara frá við fullari pensión eftir 37 árum í starvi. Hesum tók eg av, og havi ikki angrað tað, sigur hann. 

    -Eg havi verið røktingarmaður í Vestmanna í mong ár og eri enn. Eg eri røktingarmaður hjá Tummas í Niðristovu og røkti í Heygadali. Tað er eitt lívgevandi starv. Eg røkti eisini á Mýrunum og har er stór vídd. Eg havi eitt seyðahús, sum liggur í 225 metra hædd og tað man vera eitt tað hægsta í landinum. Nú eru fjøllini fyri. 

    Jaspur er partur av einum meti, sum er komið í metbókina hjá Guiness. Hann er yngstur av 12 systkjum úr Rituvík, og tey eru øll á lívi. Elsti er føddur í 1920.