Skriva út

Janus Trúgvason

Janus Trúgvason
deknur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Janus er í dag deknur í Hósvíkar kirkju. Hann er føddur í Danmark og frá tí hann var trý ára gamal og til hann var seks ára gamal búði hann í Árnafirði. Síðan fluttu tey til Hósvíkar. Janus er føddur 6. mars 1973.

-Eg kenni meg sum hósvíking, hóast eg havi búð leingi aðrastaðni. Tað er Hósvík, sum hevur myndað meg sum mann. Og eg byrjaði ungur í kirkjuni. Eg var 13 ára gamal, tá íð eg fyrstu ferð spældi orgul og hesum helt eg fram við til eg var 19 ára gamal og seinasta árið var eg eisini deknur. Eg flutti aftur til Hósvíkar fyri í 2016 og eg bjóðaði meg fram sum eykadeknur. Í dag eru vit tríggir fastir deknar og tveir eykadeknar, sigur hann.

-Tónleikurin hevur altíð havt stóran týdning í mínum lívi. Pápi lærdi meg at spæla guitar, tá íð eg var 12 ára gamal. Tá kom eisini orgul inn í mítt lív. Tað var í skúlanum, har Hans Erland í Brekkunum undirvísti mær í orgulspæli og tí slapp eg at royna meg í kirkjuni. Nú spæli eg næstan ikki orgul longur.

-Guitarspælið førdi við sær, at eg og ein annar stovnaðu dansibólkin Safir. Vit eru til enn, talan er um eitt tvey mans orkestur, har eg spæli guitar og syngi. Vit hava ofta gestatónleikarar við, sigur hann.

-Eg eri fluttur aftur til Hósvíkar og búgvi í barndómsheiminum saman við mammu, sigur hann.

Janus egur tvær vaksnar døtur og ongi barnabørn eru komin enn. Hann arbeiðir sum avskipari hjá Mowi á Strondum.

-Eg eri góður við kirkjuna. Tað vóru nakrar eldsálir, sum tóku seg saman at fáa kirkju í bygdina. Teir tóku eitt megnar tak. Og tað er við virðing fyri teimum, at eg enn geri tænastu í kirkjuni. Og so hava eisini verið nógvir kirkjutænarar í míni familju, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.