Skriva út

Janus Petersen

Janus Petersen
klokkari
Húsavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Janus Petersen er ikki heimamaður, hann siglir í Norra. Og hann er í eini skiftisskipan, har hann er fýra vikur heima og fýra vikur burtur. Og tað er meðan hann er heima, at hann er avloysaraklokkari, tá fasti klokkarin, bróðurin Wilhelm Petersen, er á útróðri. Janus er føddur 12. mai 1977.

-Eg sigli sum yvirstýrimaður í frálandavinnuni og hetta havi eg gjørt síðan 2008. Mær dámar væl hesa skipan, tí við hava góð viðurskiftir og eg eri heima helvtina av árinum. Tað er gott fyri familjulívið og ikki minst, tá havi eg møguleikan at vera saman við okkara synum, sigur Janus Petersen.

-Synirnir eru við í torninum, tá íð eg eri klokkari. Hóast teir enn eru smádreingir, eru teir hugaðir og vilja fegnir ringja. Eg leggi teimum lag á. Teimum dáma at vera í torninum, so hví ikki lata teir. Sjálvur eri eg uppvaksin við kirkjuni, og tí er tað heilt natúrligt fyri meg at vera kirkjutænari. Konan Kristrunn er av Sandi og hon arbeiðir sum pedagogur á Sandi, sigur Janus Petersen.

-Eg eri húsvíkingur og pápi mín er eisini kirkjutænari. Hann eitur Max Petersen og spælir orgul. Eg havi altíð ynskt at búð í Húsavík. Eg haldi, at tað er trivnaður í bygdini, her eru nøkur hús komin afturat seinni árini, sigur hann.

-Eg trívist væl heima og fáist við seyð. Vit eiga seyð í haganum og eg havi fimm ær og fimm veðrar sum heimaseyð. Eisini eiga vit seyð Á miðjuni í Søltuvík. Vit plaga at fletta í heystfrítíðini, sigur hann.

Uppi í torninum er ein vegleiðing skrivað niður um hvussu ringt verður í Húsavík og nær. Hendan vegleiðingin er frá einum gomlum klokkara, organisti og dekni, Erling Magnussen, sum er deyður fyri mongum árum síðani. Hann skrivaði mannagongdirnar í torninum niður, so at hetta ikki fór í gloymskuna, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.