Skriva út

Jákup Wenningstedt Hansen

Jákup Wenningstedt Hansen
organistur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Jákup Wenningstedt hevur verið organistur í Hvalvíkar kirkju. Hann býr nú í Danmark saman við konuni og børnunum. Jákup byrjaði at spæla í Hvalvikar kirkju, meðan Mogens Tilsted var prestur í prestagjaldinum, sum fevndi um Hvalvík, Hósvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík.

-Eg eri føddur í Havn tann 10. mai 1968, tey fyrstu tíggju árini búðu vit ymsa staðni í Havnini, síðan fluttu vit til Hvalvíkar, har foreldrini bygdu hús.

-Eg byrjaði at spæla guitar sum 13 ára gamal og síðan trummur í orkestrinum Relax, vit spældu til dans. Tað var eisini onkur annar bólkur, og eg var við at gera sangir og kom í samband við klaver.  Nakað seinni fór eg at spæla orgul. Eg havi altíð spælt eftir gehør. Tað er faktisk rættuliga ringt at spæla orgul og eg kenni meg meira frælsan uttan nótar. Tá er lættari at improvisera, sigur Jákup Wenningstedt Hansen.

-Eg haldi, at ein organistur skal spæla undir í eini gudstænastu, ikki yvirtaka.

-Eg arbeiði sum datamatikaralærari. Eg undirvísi í Danmark. Eg eri heima í Føroyum av og á í samband við arbeiði. Eg sakni felagssangin í Føroyum, hann hoyrir tú ikki á sama hátt í Danmark.

-Mær dámar væl sálmar og serliga hvussu føroyingar syngja sálmar. Í Danmark er tempoið skjótari. Føroyingar syngja meira inniligt.

-Pápi mín er deyður og mamma býr niðri. Eg havi verið á grøvini hjá pápa, nú eg havi verið heima og lagt ein krans.

-Konan er donsk og eitur Susanne. Vit eiga tvey børn, son og dóttir. Gentan er fødd í Føroyum og konan skilir føroyskt.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.