Skriva út

Jákup Samson

Jákup Samson
klokkari
Húsa kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jákup Samson er klaksvíkingur, sum er fluttur á Húsar. Kona hansara Gudrun Bláskor er ættað av Húsum. Jákup er føddur tann 4 januar 1981.

-Eg avloysi sum klokkari í kirkjuni, tað er eitt arbeiði og ein ábyrgd sum alt annað. Og klokkaraarbeiðið passar væl inn í bygdarlívið, sum eg eri ein partur av. Bygdarlívið passar væl til mín, eg havi náttúruna í túninum, sigur Jákup Samson.

-Eg arbeiði hjá Landsverk her í oynni. Tað snýr seg um kavarudding um veturin og vanligt víðlíkahaldsarbeiði um summarið.

-Tað kann vera rættuliga strævið um veturin við kavaruddingini. Eg gravi av Syrðadali og norður á Trøllanes. Ringasta pettið er frá Mikladali og suður móti Húsum. Hetta er gott arbeiði, og eg passi meg sjálvan. Nú sæst slit á vegunum, ferðslan er økt nógv seinastu árini og serliga um summarið. Og veruleikin er tann, at tunnlarnir eru ongantíð gjørdir lidnir, sigur hann.

-Kalsoyingar eru hampafólk og eg eri ikki ein útskeldaður maður, tá íð kavin dýkir niður. Fólk eru tolin og vita, at eg geri mítt besta fyri at halda vegin opnan. Dagarnir kunnu vera langir, tí her er langur teinur at rudda og onkuntíð kemur nógv niður og tað kann eisini rúka, sigur hann.

-Eg eri heppin av hava arbeiði í oynni. Konan Guðrun arbeiðir í einum barnagarði í Klaksvík, men tað er heldur ikki ein trupuleiki, nú so gott ferjusamband er við oynna, sigur Jákup Samson.