Skriva út

Jákup Martin Poulsen

Jákup Martin Poulsen
organistur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jákup Martin er uppvaksin í Sundi, sum lokal fólk kalla Hvannasund. Pápi hansara var organistur í kirkjuni og tey fingu orgul, tá íð hann var 12-13 ára gamal heima, greiðir Jákup Martin frá. Hann er føddur 14. apríl 1969.

-Hjá mær hendi alt í einum, bæði orgul og guitar. Eg fekk ein guitar í konfirmatiónsgávu og vit høvdu orgul heima. Man sigur, at alt er evnir, men eg veit ikki, vilji skal eisini til. Eg hevði ein øgiligan vilja tá, sigur Jákup Martin Poulsen.

-Eg plagdi at spæla til ungdómsmøtir her í Sundi. Eg plagdi eisini at spæla onkran sálm fyri gamla í kirkjuni. Eg fór at spæla meira fast, tá íð eg var komin í tríatiárini, sigur hann.

-Eg havi verið aliformaður seinastu 25 árini og tað ber ikki til longur við orgulspælinum í kirkjuni. Eg havi eisini vakt sunnudagar. At vera alari er gott arbeiði. Eg havi verið leingi í alivinnuni, heilt aftur til áttatiárini í farnu øld. Her er ein øgilig menning farin fram. Ringast var tíðin við herviligu ILA sjúkuni, sigur hann.

Jákup Martin er giftur við Sigrid.

-Hon er ættað her í Sundi. Vit hava keypt barndómsheim hennara her. Vit eru javngomul, gingið í sama skúla. Vit gjørdust forelskaði sum 18 ára gomul og hava fingið tvey børn, sum bæði eru vaksin.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.