Jákup Magnussen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jákup Magnussen hevur leingi verið klokkari í Famjins kirkju. Hann byrjaði sum hálvvaksin. Jákup er føddur 20. november 1971.
-Eg byrjaði at avloysa fyri Óla Vang Mortensen, klokkara, tá íð eg var 14 ára gamal. Óli átti eina systir, sum búði í Vági, hon nevndist Olga og onkuntíð fór hann at vitja systrina og tá var hann burtur eitt heilt vikuskifti, sigur Jákup Magnussen.
-Pabba ringdi eisini seinni, so eg slapp frá at fara so týðliga upp. Hetta var tá eg hevði smoltstøðina. Pappa var stjóri har. Eg fór til skips í 1988 við Saturn III. Annars havi eg verið klokkari av og á í kirkjuni, sigur hann.
Konan er av Fillipsoyggjum.
-Eg møtti konuni tilvildarliga. Hon var og vitjaði eina vinkonu, sum búði í Porkeri og eg kom har og par gjørdist burturúr. Vit eiga eina smágentu og vit búgva á Tvøroyri, sigur hann.
-Eg havi ein útróðrarbát og drívi tað eitt sindur. Havi verið tvey vár á Norðhavinum og eisini roynt á Skeivabanka. Men høvuðsstarvið hjá mær er umborð á Esvagt skipum. Mær dámar væl at sigla. Vit hava góða skipan, hava frí helvtina av árinum og tjena gott, hetta gevur fíggjarliga fríheit, sigur hann.
-Eg havi annars ongar trupulleikar at fáa tíðina at ganga, tá íð eg eri heima. Vit hava seyð í Famjin og tað er altíð okkurt at takast við, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.