Skriva út

Jákup í Løðu

Jákup í Løðu
deknur
Mykinesar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jákup er mykinesmaður og tilknýtið til oynna hevur altíð verið tætt. Hann er útbúgvin lærari og var sum ungur lærari í Mykinesi, fyri síðan at flyta inn í Vágoynna, har hann var lærari í ein mansaldur og nú árini eru komin, er hann fyri tað mesta aftur í Mykinesi. Jákup er føddur 22. juli í 1941.

-At vera pensionistur í Mykinesi er bara gott. Eg eri virkin, gangi túrar hvønn dag fyri at pressa hjartað og lunguni og heilsan er góð. Tó er tað vorðin munandi meira einsligt, síðan konan, Jórun doyði fyri nøkrum árum síðani. Vit fingu eitt gott lív saman og serliga ringt er tað vitja aftur í heiminum í Miðvági, har vit búðu saman øll 25 árini, eg var lærari á Giljanesi. Hon var fødd í 1948 og var 64 ár, tá ið hon doyði av ringari sjúku, tað var ein ring tíð. Har eru so nógv minnir, og alt vaknar upp aftur. Saknurin er har allatíðina, tí vit upplivdu so nógv saman, fingu eina felags søgu. Vit fingu tríggjar synir, sum allir búgva í Vágum, og tað er vorðið til 14 barnabørn, sigur Jákup í Løðu.

-Eg eri barnvaksin í Mykinesi. Pápi mín kallaðist Eli í Løðu. Hann var eisini kirkjutænari, avloysari hjá Benadikt. Pápi mín doyði í 1964. Hann datt oman og doyði. Hann var raktur av einum omankasti, fekk ein stein á seg. Eg var lærari í Mykinesi frá 1964 til 1976. Tá íð eg kom út í 1964, eftir at hava tikið læraraprógv, var Jórun her. Hon búði hjá okkum og gekk við posti. Seinni fór hon Sørvágs at tæna og tað var tá, at vit komu saman. Vit giftust í 1969, sigur hann.

-Grundin til at eg búgvi í Mykinesi er, at eg trívist betri her enn í Miðvági.

-Vit eru ikki í kirkju hvønn sunnudag í árinum. Ofta eru tað bara eg og klokkarin og tað er so undarligt, at klokkarin ringir fyri mær og eg lesi fyri honum. Men vit royna at halda gudstænastu og tey sum vitja oynna, eru røsk at koma í kirkju. Vit hava ongar sangarar og tað er ein trupulleiki. Kanska fara vit at fáa eina smarta urgu, sum spælir sjálv, tað hevði hjálpt munandi, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.