Skriva út

Jacob Vestergaard

Jacob Vestergaard
deknur
Kirkjan á Leiti

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jacob Vestergaard er dagliga politikkari, landstýrismaður, sýslumaður og løgreglumaður og sunnudagar er hann deknur í Skúlanum á Leiti, sum liggur millum bygdirnar Lopra og á Øgrum. Jacob er føddur 7. apríl 1961.

-Eg eri uppvaksin við at ganga í kirkju frá tí eg var smádrongur og tá eg gjørdist eldri, koyrdi eg tey vaksnu í kirkju. Eg flutti aftur eftir lokna útbúgving sum løgreglumaður í 1990 og síðan tá havi eg verið einsamallur deknur í Skúlanum á Leiti. Tað er longu gott 30 ár síðan eg byrjaði, sigur Jacob Vestergaard.

-Hetta hevur passað væl til mítt arbeiði, tí eg eri vanliga heima í vikuskiftinum. Um eg eri burtur og ongin prestur er, tá er ongin gudstænasta. Tað kundi gingið fleiri fólk í kirkju, har eru nøkur fá, men tað týdningarmesta er, at vit hava gudstænastu, sigur hann.

-Einaferð um mánaðin eri eg deknur í Sumbiar kirkju. Tá kemur kirkjufólkið higani til Sumbiar.

-Skúlin á Leiti er vígdur í 1958 og áðrenn fóru fólk higani til Vágs til kirkjuligar handlingar. Eisini eru tey gomlu higani grivin í Vági. Nú hava vit egnan kirkjugarð.

-Hetta er snilt at kombinerað skúla og kirkju. Skúlastovan er skipið og so er ein hurð í millum til altari. Tá opið er í millum er talan um eina kirkju.

-Vit halda gudstænastu uttan mun til hvussu fá fólk eru í kirkju, sigur hann.

Jacob er giftur við Sólfríð. Hon er uppvaksi á Tvøroyri. Tey eiga fýra børn og sjey barnabørn og teir eru allir dreingir.

-Tað vóru góð barnaár á Øgrum. Eg var serliga knýttur at mammuni. Eg hevði tveir pápabeiggjar sum vóru sum pápar fyri meg, so faktisk eri eg uppvaksin við trimum pápum, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.