Skriva út

Ivan Hansen

Ivan Hansen
deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ivan Hansen er ættaður úr Funningsfirði og er búsitandi í Kollafirði. Hann er útbúgvin innan aling og búskap frá fiskivinnuskúlanum í Molde og starvast innan fiskivinnuna. Og so hevur hann eisini verið deknur í Kollafjarðar kirkju í mong ár. Hann er føddur 16. februar í 1966.

-Eg var deknur frá august 2001 til november 2010. Men eg veit ikki, eg haldi, at kirkjan broyttist eftir yvirtøkuna og mær dámdi ikki longur. Sangurin broyttist og í mínum oyrum fór hann av lagi og forsangarar tóku hann meira til sín, heldur enn at talan var um gamla felagsandan, sum eg var vanur við og sum mær dámdi so væl. Eg eri kanska konservativur av lyndi og broytingarnar vóru for  nógv fyri meg. Eg gavst sum deknur. Men eg gangi framvegis í kirkju. Eg haldi, at fyrr var tað meira hátíðarligt at fara í kirkju. Hetta er broytt nú, her er opið inn í kór, tað er vorðið meira verðsligt og tað skal ein venja seg til, sigur Ivan Hansen.

-Mær dámdi væl at lesa sum deknur. Eg haldi, at kirkjan er eitt av akkerunum føroyingar eiga. Eg varð nokk so kløkkur, tá ið eg var spurdur um eg vildi vera deknur. So hugsaði eg, at skuldi eg finna út av hvussu tað var at vera deknur, mátti eg royna tað. Sum kirkjufólk fer tú bara inn í kirkjuna, og fylgir streyminum. Sum kirkjutænarari má tú syrgja fyri, at streymurin er har.

-Eg flutti til Kollafjørð í 1998 og mær hevur dámað væl at búð her. Konan eitur Kirstin Ferjá Hansen. Vit eiga ein drong upp á tíggju ár og eina gentu, sum er seks ár. (Samrøðan var gjørd í september 2015).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.