Skriva út

Irdi Mittelstein

Irdi Mittelstein
deknur
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Irdi er umsitingarleiðari í Skopunnar kommunu og tað hevur hon verið seinastu 14 árini. Tað er ikki tað ting, hon ikki veit, ella ikki hevur skil fyri í kommununi og hon vónar at vera í hesum starvinum í mong ár afturat. Irdi stórtrívist í starvinum í Skopunnar kommunu og ikki minst í bygdini. Irdi er eisini deknur í Skopunnar kirkju og stendur á, avloysir hon sum deknur í Skálavíkar kirkju. Irdi er fødd 10. mai í 1977.

-Eg havi verið deknur í tvey ár, byrjaði í 2019, og saman við Gudny Hentze av Sandi, loysi eg av og á í kirkjuni í Skálavík. Her hjá okkum í Skopun manglaði deknur, vit høvdu bara ein, og eg bjóðaði meg fram sjálv. Mær dámar at lesa. Nú eru vit tríggir deknar, Nanna, Elisabeth og eg, sigur Irdi Mittelstein.

-Fyri meg er tað natúrligt at vera deknur. Eg eri trúgvandi og og havi gingið í kirkju síðan eg var barn. Vit gingu nógv í sunnudagsskúla í Skopun, har guds orð varð borið fram. Í Skopun eru bæði kirkjufólk og pinsar og børn gjørdu ikki mun á og gingu í báðum støðum.

-Eg gekk á hægri handilsskúla og fór í starv á Færøernes Kommando og síðan fekk eg starv hjá kommununi. Í 2002 tók eg prógv sum datamatikari. Arbeiðslívið byrjaði við at egna í Skopun. Eg havi eisini verið virkin skóti í skótaliðnum hjá Tórir Beinirsson. Annars havi eg verið við í ambulansutænastuni, sigur hon.

Indri er gift Mittelstein við Valbjørn. Tey eiga eina dóttir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.