Skriva út

Ingun V. Poulsen

Ingun V. Poulsen
tænari
Hvalbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í nøkrum kirkjum í Føroyum eru tað fólk, sum gera tænastu, men ikki hava eitt fast heiti. Talan er um kvinnur, sum oftast hava leiklutin hjá Martu og syrgja fyri at kirkjufólkið fær nakar at heta og heitt at drekka ávísar dagar í árinim. Og soleiðis er tað eitt nú í Hvalbiar kirkju, har tvær kvinnur taka sær av at vera um kirkjufólkið nakrar sunnudagar um árið

-Um tað er barnagudstænasta, tá gera vit kaffi og hetta verður kanska meira roknað sum ein familjugudstænasta. Eg havi verið í hesum starvi í trý ár og tað er okkara nýggi prestur, sum hevur tikið stig til hetta, sigur Ingun V. Poulsen, sum er fødd 27. juli 1972.

-Eg havi verið hjálparfólk í kirkjuni seinastu trý árini, síðan hetta byrjaði í kirkjuni. Kirkjukaffi plagar at vera einar seks ferðir um árið. Vit hava sett eitt borð upp í kirkjuni, har seta vit kaffi og køkur, sum konufólk í bygdini hava bakað. Fólk fáa sær upp á ein tallerk og sita síðan í kirkjustólunum og drekka kaffi.

-Maður mín Sigurdbjørn Poulsen er úr Sandvík. Tey fyrstu árini búðu vit í Sandvík og síðan í Hvalba. Eg havi arbeitt á flakavirkinum í Hvalba í samfull 27 ár. Tað er eitt arbeiði, mær dámar. Tað er tungt arbeiði, eg havi luttikið í næstan øllum liðunum í framleiðsluni. Lagt í avhøvdarar, lagt í maskinur, pakkað og so víðari. Tað kann vera at flakavirkisarbeiði er tað sama fyri tað mesta, men mær dámar hetta arbeiði.

 -Vit hava fingið trý børn, yngsta er 20 og elsta 24, eina gentu og tveir drongir og onki barnabarn er komið enn, sigur Ingum V. Poulsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.