Skriva út

Ingun Joensen

Ingun Joensen
deknur
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

At koma sum fremmand úr Kollafirði og síðan at standa frammi á kórsgáttini og lesa lestur, er eitt nokk so langt lop og tað eru kvinnur enn við dirvi og ein teirra er Ingun Joensen, sum er gift við mykinesmanninum Jaspur og sum býr í Sørvági. Ingun er fødd 1. september 1961. Ingun byrjaði í deknastarvinum á páskum í 2013.

-Eg spurdi meg sjálvan, hví eg, tá ið eg var spurd, um eg kundi gerast deknur. Hví eg av øllum? Hví ikki onkur, sum var higani, tað vóru nógv, sum vóru nærri til starvið enn eg. Eg hugsaði um tað og hugsaði eisini, at Oddur hevði verið trúfastur deknur øgiliga leingi. Tað var Torkil, sum bað meg. At enda segði eg ja, og við tí treyt, at ein deknur kom aftur at og síðan var Alexia biðin, sigur Ingun Joensen.

-Eg veit ikki, um eg nakrantíð venji meg við at standa framman fyri eini fjøld, sum eg ikki fái aftursvar frá. Eg havi altíð elskað at koma í kirkjuna. Man kemur til nakað, sum man veit hvat er. Tá ið prestur er, er eitt sindur øðrvísi-, eg kenni frið og høgtíð í kirkjuni. Bara tað at koma í kirkjuna og binda frið, tað er gott fyri sál og sinn.

Ingun er eisini í kirkjuráðnum og 2015 hevur verið eitt stríggið ár í kirkjuráðnum. Hetta árið er seinasta hond løgd á kirkjuhúsið og nógv fundarvirksemi hevur staðist av hesum.

Maðurin Jaspur er ættaður úr Mikinesi og flutti sum 15 ára gamal til Sørvágs. Hann fór til skips og bygdi hús í Sørvági, áðrenn tey møttust. Tey eiga fimm dreingir og ongi barnabørn eru komin enn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.