Skriva út

Ingrid í Puntabyrgi

Ingrid í Puntabyrgi
organistur
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ingrid í Puntabyrgi er ein legenda innan kirkjuorgultónleik í Suðuroynni og hon er eisini kend við urguna í kirkjum kring Frederikshavn í Norðurjútlandi. Ingrid hevur havt skúla fyri spírandi organistum í Suðuroy í mong ár og tá íð eg havi tosað við organistar í Suðuroy í samband við hesa verkætlanina um kirkjutænarar, hevur navnið Ingrid ofta verið havt á lofti. Ingrid er fødd 24. september 1934 í Klaksvík og er 86 ár, nú samrøðan fer fram. Hon minnist væl aftur í tíðina og stutttíðarminni argar hana, sum tað so ofta ger hjá fólki, sum eru komin langt upp í árini.

-Eg eri ættað úr Klaksvík, dóttir Magnus Arge, klokkaran. Tað var gumma mín, Maria Petersen, kona Alfred Petersen missioner, sum lærdi meg at spæla orgul. Hon helt, at guddótturin skuldi læra at spæla orgul. Eg var ikki eingang spurd, um eg hevði hug. Hon helt meg hava evnir. Og hon var rættuliga strong. Eg skuldi venja hvønn dag í vikuni. Tað kendist alt og nógv, tá eg var ung. Men eg síggi, at hetta er komið mær til góðar seinni í lívinum. Eg lærdi sjálvt grundarlagið í at spæla orgul beinanvegin, sigur Ingrid í Puntabyrgi.

-Tað gekk ikki long tíð, so spældi eg fyri fyrstu ferð í gomlu kirkju í Klaksvík til gudstænastur og mær dámdi at spæla. Vit høvdu eisini eitt lítið orgul heima í stovuni og tí kundi eg venja hvønn dag. Eg var fødd og uppvaksin í Klaksvík og Klaksvík var alt í mínum lívi, men hetta broyttist, tá ið eg var 24 ára gomul, sigur hon.

-Tá hendi tað, at eg møtti manni mínum, Petur Emil í Puntabyrgi úr Trongisvági. Hann var komin norður at vitja beiggja sín, sum búði í Klaksvík. Tað vóru 10 ár á muni millum okkum, men eg veit ikki, vit blivu góð. Vit møttust á møti í KFUK. Vit blivu gift 18. november 1961.

-Eg haldi, at tað gekk væl. Fyrstu búðu vit í eini leiligheit á Tvøroyri og síðan flluttu vit í egin hús inni í Trongisvági. Maður mín var sjálvstøðugur vinnurekandi og hevði eitt stoypivirkið, hann stoypti rør.

Og so komu børnini. Hon situr innantanna og reksar tey upp, so hart, at eg hoyri.

-Eilen, Nicolina, Petra, Katrina, Marjun, Margreta og Petur Lars. Vit fingu sjey børn, seks gentir og einkarsonin Petur Lars, sigur hon.

-Tað gekk heilt stutt tíð eftir at eg var flutt suður, at eg var biðin til organist í Tvøroyrar kirkju og eg var í nógv ár organistur har. Tey fyrstu árini gekk eg út í kirkjuna, seinni fekk eg bil. Eg spældi á Tvøroyri heilt til eg í 2007 flutti niður saman við elstu dóttrini Eilen. Vit fluttu til Frederikshavn og eg kom skjótt upp í tónleikarlívið har. Eg hevði eitt kór í Sæby í 10 ár og eg spældi í Aalbæk kirkju og onkra aðrastaðni við. Har eru fleiri kirkjur sum tørvaðu avloysara, sigur hon.

-Tað hevur verið gevandi fyri meg at lært ungar organistar upp í Suðuroy og tað var eisini ein vinnuvegur, ja eitt arbeiði, sigur hon.

Ingrid býr í dag í eini íbúð í Frederikshavn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.