Skriva út

Ingolf Joensen

Ingolf Joensen
klokkari
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í dópsbrævinum stendur Jónhard Ingolf Joensen og har stendur eisini, at hann er føddur 23. apríl í 1964. Ingolf er oyndfirðingur og uppvaksin í bygdini og sum vaksin setir hann seg niður á Norðskála. Ingolf er giftur við Ullu, og hon er eisini ættað úr Oyndarfirði. Tey eiga trý børn, sum tey fingu í einum. Trillingarnir eru tvær døtrar og ein sonur. Tey eru fødd í 1998.

-Eg havi sitið í kirkjuráðnum síðan 2012. Onkuntíð manglar klokkari og tá havi eg verið eykaklokkari. Tað var kirkjuráðsformaðurin Lena Dam, sum heitti á meg, sigur Ingolf Joensen.

-Tað er ikki bara sunnudag, at boð er eftir klokkaranum. Tað kann eisini vera mitt í viku og tá serliga, um jarðarferðir eru. Eg ringi nakrar ferðir um árið.

-Vit trívast í Sundakommunu og vit trívast eisini á Norðskála. Vit umhugsaðu at seta okkum niður í Oyndarfirði. Men har var tað Heltnin á vetri, sum talaði í móti og vit valdu Norðskála, hóast vit ikki eru higani. Stórur partur av fólkinum her eru tilflytarar og ofta eru bæði tilflytarar. Her vóru bílig grundstykkir. Vit hava verið glað fyri at búgva her, her er nógv felagslív og gott grannalag. Vit fóru niður á lærdan háskúla at lesa í 1989 og komu ikki heim aftur fyrr enn í 2001. Vit fingu okkum starvsroyndir uttanlands, áðrenn vit komu heimaftur, eg arbeiddi millum annað á Fødevarestyrelsen, sigur Ingolf Joensen.

Ingolf, hevur verið stjóri hjá Fiskaaling við Áir. Hann er fíggjarútbúgvin og í dag er hann fíggjarleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu. Ingolf hevur eisini undirvíst innan alivinnu og innan fíggjarstýring.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.