Skriva út

Ingibjørn Eldevig

Ingibjørn Eldevig
deknur
Fuglafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ingibjørn Eldevig tók við sum deknur í februar 2020. Hann er føddur 18. apríl 1948.

-John Petersen segði seg frá starvinum og heitt var á meg. Tað fall mær lætt at gerast deknur. Eg eri virkin á møti, har eg eisini taki orðið og var eitt ár leiðari á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík og har var eg eisini deknur, sigur Ingibjørn Eldevig.

-Eg havi verið meginpartin av virkna arbeiðslívinum innan løgregluna. Frá 1972 og fram til 2011. Tað var ein góð tíð. Eg byrjaði sum eykapolitistur í Eysturoynni og síðan fór eg á politiskúla. Eg var í 17 ár sýslumaður. Í dag taki eg mær av løttum sum pensionistur.

-Eg eri eisini í kirkjuráðnum og har eri eg kendur sum maðurin, íð taki mær av tí praktiska. Eg syrgi fyri at fáa avgerðirnar hjá kirkjuráðnum framdar í verki og tað er nakað eg eri vanur við frá løgregluni og sum sýslumaður.

Ingibjørn er giftur við Mariu, dóttir Meinhard á Gulldrangi. Tey hava fingið tríggjar gentur og níggju barnabørn.

-Tað er vakurt at eldast og síggja nýggju ættarliðini koma til, tað er meiningsfult, sigur hann.

Sum sýslumaður er Ingibjørn komin rættuliga tætt at borgaranum. Hann hevur havt ein leiklut sum myndugleiki á staðnum, og tú skal vera rættuliga diplomatiskur, skal tú roynast sum sýslumaður, har snýr tað seg nógv um at finna semjur, tá íð fólk eru ósamd. Ikki minst tá íð grind er.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.