Skriva út

Høgni Thomsen

Høgni Thomsen
deknur
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Una Hansen og Páll Thomsen vóru deknar. Páll Thomsen segði seg frá og eg avloysti hann. Eg hugsaði, at tað var keðiligt, um Una var einsamøll og hugsaði eisini, at tað var mest sum skomm at fara av bygdini eftir dekni, sigur Høgni Thomsen, sum er deknur í Nólsoyar kirkju. Hann er føddur 7. desember 1938.

-Hetta er longu langt síðan. Eg byrjaði í 1991 og helt fram til 2014 ella í 23 ár. Eg gjørdist sjúkur og mátti gevast, eg misti málið og ein deknur uttan mál hevur ein trupulleika. Eg fekk hjálp fyri sjúkuna og livi hampuliga gott í dag. Eg var glaður fyri at lesa í kirkjuni, sigur Høgni Thomsen.

-Eg havi verið heimamaður. Eg var burtur tey fyrstu árini og heima síðan 1972. Vit høvdu postin, tað var stór ábyrgd. Pápi mín hevði postin. Nógv avgreiðsla. Har vóru pakkar og brøv og ikki minst kassar við brennivísi. Seinastu árini var lítið at gera, sigur hann.

-Eg fór burtur í 1953 sum 15 ára gamal. Tað var við 30 tonsaranum Lambanes, sum Jaspur Tausen førdi. Vit royndu við línu og snøri. Tað var ikki spennandi við snøri, tí eg var vavskítur, ella tað lá ikki væl fyri at fáa fisk og tí forvann eg lítið, avroknað varð eftir hvussu nógv tú hevði drigið. Men mær dámdi væl at vera burtur og hevði góða sjónatúr, sigur hann.

-Eg var 10 ár við Kongshavn og har var ongin sjálvdráttur, tað var gott at sleppa av við hann, sjálvdráttur var ein ring og ósosial skipan. Eg sigldi sum kokkur og hjálparkokkur, sigur hann.

Konan Anna er úr Nólsoy. Tey eiga tveir synir, seks barnabørn og eitt langbarnabarn.

-Í dag geri eg lítið, orki ikki væl. Nakrir tímar fara frammanfyri sjónvarpið, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.