Skriva út

Hjørleif Waag Høgnesen

Hjørleif Waag Høgnesen
organistur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hjørleif Waag Høgnesen, sum doyði í 2009, var drúgvur í tænastuni sum organistur í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hann byrjaði í 1972 og hann avloysti Fridu Petersen. Hjørleif er føddur 13. januar 1925.

-Hjørleif var trúfastur og vit komu at arbeiða nógv saman. Hann ringdi til mín um sálmar. Frida var mostir mín og eg hevði hjálpt henni at syngja fyri. Og eg sang framvegis fyri, tá Hjørleif byrjaði at spæla. Her hendi nógv í kirkjuni. Eiler Rasmussen spældi trompet og eg skrivaði yvirstemmuna til trompetina og tí kom eg at hava nógv við organistin at gera, sigur Alex Sólstein.

-Frida, mostir, lærdi at spæla hjá Enniberg lærara. Hann kom til Klaksvíkar í 1903 og gavst at spæla í kirkjuni síðst í tríatiárunum og tá tók Frida yvir. Hon var eisini leingi í tænastu, yvir 25 ár, og Hjørleif avloysti hana í fyrstuni og tók síðan yvir í 1972. Eg má siga, at eg havi beundrað Hjørleif fyri at hann hevði stundir at spæla í kirkjuni. Hann hevði stóra fyritøku við nógvum fólki í arbeiði og hóast tað gav hann sær stundir til kirkjuna og ikki minst Emmaus, sigur Alex Sólstein.

Tá ið Hjørleif hevði 30 ára dag sum organistur í Christianskirkjuni, hevði Randi Jacobsen, journalistur á Dimmalætting, samrøðu við hann og hann segði:

-Eg eri sjálvlærdur urguspælari og havi ongantíð verið á skeið. Tað var mamma, sum legði merki til mínar gávur og hon skaffaði eitt orgul úr Danmark, hóast vit als ikki høvdu ráð til tað og eg byrjaði sum organistur. Orgulið kom heim við Tjaldrinum seinasta túrin undan krígnum, sigur Hjørleif Waag Høgnesen.

-Eg havi ongan ætlanir um at gevast. Um eg gevist missi eg nógv, hetta er mítt lív, sigur hann.

Og so hevði hann ilt at skilja, at ikki fleiri spældu urgu, sum var innihaldið í hansara lívi. Og her vísir eftirtíðina, at broyting er komin í. Í Christianskirkjuni verða í dag klaktir nógvir ungir organistar. Tað er ein onnur søga, sum er at finna aðrastaðni í hesi komandi bók.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.