Skriva út

Hjalgrim Fonsdal Højgaard

Hjalgrim Fonsdal Højgaard
deknur
Fámjins kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kirkuráðið í Famjin manglaði ein dekn og lýsti. Prestur spurdi meg og eg helt hetta vera áhugavert og eg søkti og var góðtikin. Eg búgvi á Tvøroyri og eri deknur í Famjin, sigur Hjalgrim Fonsdal Højgaard, sum er føddur 2. januar 2001.

-Vit fluttu úr Runavík, tá íð eg var fimm ára gamal og tí havi eg búð meginpartin av lívinum her í Suðuroy. Mítt arbeiði í kirkjuni er at lesa lestur, tá íð prestur ikki er og tá prestur er, lesi eg inngangs og útgangsbøn. Tað er ikki gudstænasta hvønn sunnudag í Famjin. Men eg ætli mær at fara at lesa fleiri lestrar, gera gudstænastuna meira virkna og regluliga, sigur Hjalgrim Fonsdal Højgaard.

-Eg gangi á miðnámi í Hovi og eri á búskaparbreytini. Eg havi arbeitt tvey ár á Delta Seafood, tað er stakfínt arbeiði, men passar ikki til mín í longdini. Eg fari helst at lesa í Føroym innan handil, sigur hann.

-Eg búgvi heima hjá mammu og babba og gangi á møti inn í millum. Tá ið eg eri norðanfyri og vitji familjuna, plagi eg at ganga á ungdómsmøti. Tað er serliga, tá eg vitji abba á Skála, sum eg eri uppkallaður eftir, sigur hann.

-Guds orð hevur ongi mørk, og tað ber saktans til at vera deknur í eini bygd, sum tú ikki er ættaður úr og búgva eina aðrastaðni, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.