Skriva út

Hilmar Joensen

Hilmar Joensen
deknur
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hilmar Joensen hevur lisið onkuntið í kirkjuni í Nólsoy, ella verið avloysaradeknur. Hann er føddur 19. juni í 1947.

-Týdningurin av kirkjuni er broyttur í mínari tíð, men enn hevur hon stóran týdning. Kirkjan er einasta meinigheit í bygdini. Kirkjan hevur stabilan týdning, vit vísa hana fram og hon er staðið, har vit fara at syngja og fáa frið. Her hjá okkum er tað soleiðis, at tú kann velja, um tú fer í kirkju ella ikki, uttan at vera dømdur fyri tað. Øll koma í kirkju onkuntíð og í hvussu er tríggjar ferðir í lívnum, sigur Hilmar Joensen.

Hilmar hevur verið lærari alt lívið síðan hann byrjaði í 1971, eftir lokna læraraútbúgving.

-Eg var fyrst lærari í seks ár í Havn. Síðan fór eg niður og var lærari á einum eftirskúla í átta ár og síðan kom eg heim til Nólsoyar at vera lærari. Tað havi eg ikki angrað. Eg havi verið pensioneraður nú í nøkur ár. Eg eri vikarur av og á og tað er gott at møta í skúlanum og ikki hava ábyrgd.

-Vit mangla børn í Nólsoy, men lívið er fyri uppgangangi. Her koma nógv ferðafólk. Ternan flutti 90.000 ferðafólk í fjør. Kunningarstovan riggar væl. Maggie hevur gjørt nakað við bygdina. Vit hava havt nógvar konsertir, tað hava verið fleiri konsertir okkurt árið á Maggie enn tað hevur verið á Reinsarínum í Havn. Hetta hevur verið við til at sett Nólsoy á kortið. Fólkatalið er minkað úr 319 og niður í 220 í míni tíð sum lærari í bygdini. Næmingatalið er minkað úr 48 og niður í 14.

Hilmar er giftur við Gunnvør. Tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina dóttir og tey hava fingið sjey barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.