Skriva út

Hilmar Bech

Hilmar Bech
deknur
Porkeris kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hilmar Bech var deknur í Porkeris kirkju í samfull 43 ár. Hann doyði 18 august 2016 og dótturin Jóhanna Olsen greiðir frá, um drúgvu tænastuna hjá pápanum.

-Tað hevur ligið í familjuni, at vera deknur. Pápabeiggi pápa ella abbabeiggi mín, Sakaris Bech, var deknur í mong ár. Pabba tók við eftir Zacharias Muller í sekstiárunum. Pápi var lærari í Porkeri og tað gjørdist eitt lívsstarv. Hann var lærari eitt stutt skifti í Vági, áðrenn hann kom aftur til heimbygdina.

-Pabba var ógvuliga góður við kirkjuna og kirkjan hevði ógvuliga stóran týdning fyri hann. Hann gekk í kirkju til tað seinasta. Pabba sat í kirkjuráðnum og hann var eisini virkin í missiónshúsinum.

Hilmar Bech fekk fortjensmedalju frá Drotningini fyri drúgva tænastu sum deknur.

Hilmar var valdur á ting fyri javnaðarflokkin í 1970-1984 og var løgtingsformaður í 1979-1984.

Hilmar var føddur 19 juli í 1933. Hann tók læraraprógv á Haslev Seminarium í 1958. Hilmar var virkin í bygdarlívinum. Hann var ein av teimum, sum tók stig til at fáa ein minnisvarða reistan yvir teir mongu porkeningarnar, sum doyðu á sjónum. Hesin var reistur í 1967.

Hilmar Bech sat í kommunustýrinum, áðrenn hann fór upp í landspolitikk. Hetta var í valskeiðnum 1962-1966. Hann røkti eisini mong álitisstørv i bygdini og í oynni.