Skriva út

Hervør Petersen

Hervør Petersen
deknur
Hans Egede Kirke
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hervør Petersen hevur búð í næstan 50 ár í Danmark. Hon er fødd í Vík, ella Haldórsvík og sum níggju ára gomul fluttu foreldrini til Argir, har pápin Olaf Petersen gjørdist lærari. Og hon var 30 ára gomul, tá íð hon í 1972 flutti til Danmarkar.

-Eg fór niður at læra “tilskæring”, sum tað kallaðist tá. At skera klæðir til at seyma, Hetta gekk fyri seg á Nykøbing Falster og her møtti eg manninum, sum var úr Estlandi. Hann kallaðist Jakop Krimm og doyði í 2006. Tað var skjótt, at eg fann út av, at eg kundi ikki liva av at fáast við klæðir og tí fór eg at læra til sjúkrahjálpara og tað gjørdist mítt ævistarv. Eg havi verið sjúkrahjálpari frá tí eg var 31 og fram til eg fór frá vegna aldur sum 68 ára gomul, sigur Hervør Petersen, íð er fødd 26 juli í 1942, sigur Hervør Petersen.

-Eg møtti manninum gjøgnum “fælles bekendte” og hann hevði eina serliga søgu. Hann kom til Danmarkar 4 mai í 1944 sum flóttafólk. Øll familjan varð noydd at flýggja úr Estlandi, áðrenn russararnir hertóku landið. Pápi hansara var politistur og øll, sum arbeiddu innan politiið vóru tvangsflutt til Sibiria. Tað eydnaðist teimum á undrunnarfullan hátt at flýggja. Hann var føddur í 1936 og var einans átta ára gamal, tá íð hann kom til Danmarkar. Tá ið vit møttust, átti hann hús í Hvidovre og har búgvi eg enn. Vit fingu tvey børn, drong og gentu og enn eru ongi barnabørn komin.

-Eg havi ikki verið nógv aftur í Føroyum, men mítt heim í Hvidovre hevur verið savningarstað hjá føroysku familjuni.

-Eg byrjaði at kom í føroysku kirkjuna fyri 16 árum síðani. Tá hevði eg tíð, áðrenn var eg upptikin av børnum, húsi og arbeiði, sum skuldi passast.

-Sum deknur í føroyska kirkjuliðnum, havi eg verið avloysari allatíðina, ongantíð fast.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”