Skriva út

Herman Andreasson

Herman Andreasson
klokkari og deknur
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Herman Andreasson er dagliga gravari í Tórshavnar kommunu og hann er eisini klokkari og deknur í Vesturkirkjuni. Hann er føddur 29. apríl 1965.

-Eg fekk áhuga fyri andaliga heiminum sum vaksin, hóast eg altíð havi gingið í kirkju. Eg livdi buldrasliga sum ungur og nú haldi eg, at eg rindi aftur til kirkjuna, tað sum eg forsømdi á yngri árum. Tað er fyri meg eitt ótrúliga gevandi arbeiði, at vera klokkari í Vesturkirkjuni, eg eri persónliga trúgvandi eisini, sigur Herman Andreasson.

-Eg eri eisini deknur av og á og at vera virkin í tí partinum av gudstænastuni, dámar mær eisini væl, sigur hann.

-Eg fór sum ungur á Skipasmiðjuna í Havn og varð útlærdur sum sveisari í 1985. Eg havi sum vaksin verið í samfull 20 ár í norsku frálandavinnuni, men gavst, tá umstøðurnar innan hesa vinnu gjørdust tvørligari. Síðan eri eg komin at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu og nú í seinastuni sum gravari. Tað er eitt arbeiði, sum alt annað. Tað sær út til, at fólk doyggja í herðindum. Tað eru vanliga millum 130-150 jarðarferðir í Tórshavnar kommunum um árið, sigur hann.

-Eg eri uppvaksin í Havn og á sjúklingahotellinum Hotel Thorshavn í Keypmannahavn. Hetta kemst av at foreldur míni róku hetta hotellið, sigur hann.

Herman er giftur við Dorrit Strøm úr Porkeri. Tey eiga tveir synir og eina dóttir og enn er onki barnabarn komið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.