Skriva út

Herleif Hansen

Herleif Hansen
klokkari
Miðvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fyri mongum árum síðani var Herleif Hansen klokkari í Miðvágs kirkju. Hann er ikki longur. Og søgan um hvussu Herleif kom upp í tornið er hendan.

-Klokkarin frammanundan mær, Jóan Hendrik Hansen, var klokkari í mong harrans ár. Tá ið Christian 10 doyði 20. apríl 1947, var Jóan Hendrik klokkari. Tá ringdu teir í eina heila viku. Hann var pápabeiggi til konu mína. Vit giftust í 1969 og tað var soleiðis, at eg kom í samband við tornið. Vit hjálptu Jóan Hendrik og plagdu at ringja fyri hann fyrstu ferð og aðru ferð. Hann hevði klumpfót, sigur Herleif Hansen. Hann er føddur 6. juni 1945.

-Tá ið David Johannesen varð innsettur, var Eivind Vilhelm her vesturin. Kennskapur var millum familjuna og Davis, tí systir systir Jóan Hendrik hevði sum ung tænt hjá forledrunum hjá Eivind Vilhelm í Suðuroy. Eivind kunngjørd undir innsetanargudstænastuni, at nú gavst Jóan Hendrik sum klokkari. Hetta var í 1977 og seinni varð eg spurdur, um eg kundi vera klokkari, og eg segði ja. Eg var klokkari fram til 1983. Hetta var ein undarlig tíð. Innan ein mána doyðu trý fólk, sum stóðu mær nær. Fyrst doyði pápabeiggi mín, síðan mamma og síðan Jóan Hendrik.

-Verpápi mín var bóndi og hann hevði neyt. Men hann var ringur av astma og vit hjálptu honum í fjósinum og tá fekk eg ikki stundir at vera klokkari og gavst. Hann doyði í 1991 og tá tóku vit neytini av. Tá ið eg tók við var bara ein klokkari, nú eru teir tríggir.

-Eg eri ættaður úr Sørvági og eri lærari. Pápin mín var úr Útistovu í Hattarvík og mamma úr Sørvági. Tey búsettust í Sørvági í 1939. Eg hevði samband við Fugloynna, tá ið eg var smádrongur, men man ferðaðist ikki so nógv tá.

-Eg møtti konuni, tá ið eg gekk á læraraskúla, hon tænti í Havn. Vit møttust í 1968 og giftust í 1969. Eg var fyrst lærari eitt ár í Klaksvík. Tá var tað størsti skúli i landinum. Síðan fekk eg starv á Giljanesi og var í hesum starvinum, til eg fór frá við pensión sum 62 ára gamal. Eg byrjaði í 1979 og fór frá í 2008. Vit eiga fimm dreingir og 12 barnabørn á lívi, sigur Herleif Hansen.