Skriva út

Herit Magnussen

Herit Magnussen
deknur
Vestmanna kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Herit byrjaði sum deknur í 2007. Tað var pápi hennara Agnar Nielsen, sum hevði verið deknur alla sína tíð, sum vildi hava dóttrina á kórsgáttina í tænastu. Herit er fødd 13 januar 1958 og hevur búð í Vestmanna. 

    -Babba spurdi meg og eg spurdi meg sjálvan. Skal eg vera deknur? . Eg svaraði eina náttina upp á tað og segði ja, hví ikki? Og eg var bangin í fyrstuni. Eg minnist, at eg byrjaði í føstuni í 2007. Læs fyrst inngangs- og útgangsbøn. Hetta kom so líðandi og eg fór at lesa lestur eisini. Tað er gott, at tað eru fleiri deknar, eg veit ikki, um eg hevði tímað, um eg var einsamøll og skuldi hvønn sunnudag. 

    -Eg kundi hugsað mær, at lestrarbøkurnar vóru nýggjari, og málið er ofta stirvið. Tað er gott at hava fleiri lestrar at velja í millum. Mær dámar eisini, at vit hava fleiri tekstarøðir, tí tá koma vit meira runt í bíbliuni. Eg eri fegin um teir lestrar vit hava og vóni at tað koma fleiri. Eg kundi ikki sjálv hugsað mær at skriva lestrar.

Herit møtti svárari lagnu. Hon var gift við Dávur Magnussen úr Kvívík, men hann doyði av eini vanlukku umborð á skipi í 1981. 

    -Vit høvdu bara verið gift í hálvt annað ár, tá ið vanlukkan hendi. Hann doyði í 1981 og eg flutti inn í okkara heim í 1983. Hann hevði ringan hug at fara vanlukkutúrin. Eg havi ofta spekulerað upp á hvussu man blívur heilur eftir so sváran miss. Eg hevði í hvussu er gott bakland og eg havi lært nógv av hesi hending og tíðini aftaná,sigur hon. Herit hevur arbeitt í 26 ár sum klinikkassistentur og seinastu sjey árini hevur hon starvast við menningartarnaðum.