Skriva út

Heri Tróndheim

Heri Tróndheim
organistur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heri er føddur uppi á loft í barnaheiminum Við Keldu í Leirvík. Hann var lærari í tvey ár í heimbygdini, síðan fekk hann starv á Specialskúlanum á Trøðni í Havn og her var hann í samfull 42 ár og tá var tíð at steðga, sigur hann. Heri er føddur 1. apríl 1942.

-Kona mín er av Argjum, hon eitur Rigmor og Rigmor er eitt rættuligt argjanavn. Eg kenni tríggjar, sum eita Rigmor á Argjum, sigur Heri Tróndheim.

-Vit gingu til Havnar í kirkju. Onkuntíð skipaðu Richard Mortenen og Olaf Sverri Petersen, sum var lærari á Argjum, fyri møti í skúlanum. Síðan varð farin undir at byggja eitt kirkju og missiónshús. Teir frammanfyri nevndu skipaðu fyri hesum og Valbjørn Dalsgarð stóð fyri timburarbeiðinum. Missiónshúsið varð vígt 22. desember 1974 og kirkjan í sama húsið í 1978. Her vóru nógvar góðar kreftir, sum tóku tøk. Bygningurin var goldin, tá íð hann var liðugur. Argja kirkja hoyrir til Suðurstreymoyar Vestara prestagjald.

-Eg og Henry Debes Joensen hava verið deknar og organistar. Sjálvur eri eg av deknafamilju, abbin í Leirvík og abbin í Gøtu vóru deknar, sigur hann.

-Vit gleða okkum á Argjum at fáa eina nýggja kirkju. Hon er ávegis. Hon skal standa á heygnum omanfyri Spinnaríið.

Heri og Rigmor eiga fimm børn. Tey hava fingið 14 barnabørn. Sjey búgva í Føroyum og sjey niðri.

-Tá so stórur partur av familjuni er í Danmark, merkir hetta fyri okkum, at vit eru ofta niðri í ferðast, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.