Skriva út

Heri Joensen

Heri Joensen
deknur og klokkari
Svínoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heri Joensen hevur drúgvan starvsaldur sum prestur í Suðuroyar sunnaru helvt og í Suðurstreymi, men hann hevur eisini verið trúgvur kirkjutænari, langt áðrenn hann fór at lesa gudfrøði á lærda háskúlanum í Reykjavík. Kirkjan og tess virksemi hevur runnið í æðrunum á Hera, so langt aftur, hann kann minnast. Og Heri er ímyndin av einum svínoyingi. Hann tosar enn svínoyarmál og tá íð hann fer heim, er tað í merkingini út til Svínoyar. Eg hitti hann eisini í Svínoy, nú hann var í farloyvi sum prestur og ambætaði teir 70 seyðirnar, sum hoyra til húsið. Prátið varð gjørt, meðan við á einum fýrahjólstrekkjara løgdu fyri seyðin Yviri á Dal, sum er dalur norðanfyri, íð vendir móti Fugloynni. Kristnir seyðamenn hava tað til felags, at teir leggja einki í seyðin, sum stendur kring teir, tað eru tey fárini, sum ikki eru har, sum hava størsta áhugan. Soleiðis var eisini her. Tær nakað yvir 40 ærnar fingu frið, meðan tær ótu og Heri snakkaði um tær fáu, høvdu fingið smakkin av nýggjum gróði og ikki lótu seg freista av kraftfóðri og tí vóru burturstaddar. Heri er føddur 29. september 1956.

-Tað hevur verið deknatænasta í húsinum alla mína tíð og nógv longur aftur. Pápi var deknur og eg avloysti hann. Tá íð tað manglaði ein klokkari, traðkaði eg til. Nú eri eg kirkjuráðsformaður, sigur hann.

Og vit sleppa ikki undan evninum, hvussu bygdin spakuliga bløðir út, Heri gerst syrgin í andlitinum, tá íð hann sjálvur kemur inn á hetta evnið.

-Nú eru 12 fólk fast her úti. Í 1939 vóru 250 fólk í Svínoy. Tá íð eg var føddur í 1956 vóru 176 fólk skrásett í Svínoy. Í 1970 vóru 100 fólk.

-Fólk bæði doyggja og flyta. Fólk koma á aldur. Í 2002 doyði tíggju svínoyingar av aldri. Eg var her úti í heystferiuni og hevði tríggjar jarðarferðir.

Tá íð Hjalmar Hátún var lærari her úti í tíðarskeiðnum 1923-1938 vóru 50 børn í skúla, síðan er tað bara minkað, sigur Heri Joensen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.