Skriva út

Hergeir Nielsen

Hergeir Nielsen
deknur
Kirkjan á Leiti

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hergeir Nielsen býr í nýggju búsetingini í Gjógvaráfjalli í Vági og higani hevur hann útsýnið yvir alla bygdina og langt út á fjørðin. Í dag er hann pensioneraður og kann lýta aftur á eitt langt og virkið lív í føroyska samfelagnum. Og yrkisleiðin í Suðuroynni byrjaði í Skúlanum á Leiti við Lopransfjørð og júst hetta starvið førdi við sær, at hann gjørdist kirkjutænari við skúlan við Leitið. Tað hevði verið soleiðis, at lærarin eisini var deknur og tí gjørdist Hergeir deknur. Áðrenn hevði hann verið lærari í Stranda skúla. Hergeir er føddur 27. august 1949.

-Eg gjørdist lærari í Skúlanum á Leiti í 1976 og var har fram til 1988, tá ið vit bygdu í Vági. 20 árini frammanundan hevði Olaf Krossteig, ættaður úr Leirvík verið lærari og hann hevði eisini verið deknur. Eftir meg kom Jacob Vestergaard, og hann er enn deknur. Olaf Krossteig var giftur við mostir míni og tí var eg ofta og ferðaðist Á Leiti og á Øgrum sum smádrongur, og kanska var tað júst orsøkin til, at eg søkti lærarastarv har.

-Tað gingu ikki nógv fólk i kirkju, 10-12 onkuntíð men meira vanligt 2-4 fólk. Vit búðu á skúlanum, sum longu av fyrstan tíð var innrættaður soleiðis, at ein dragihurð var í millum og var hon dringin frá var altar og skúlastova í einum. Tá ið prestur var og dópur og jarðarferð var fult hús.

-Tað var ikki krav, at lærarin skuldi vera deknur, men eg hevði einki í móti tí, sigur Hergeir Nielsen.

Hergeir hevur verið nógv ár í politikki. Hann hevur nú lagt frá sær og saknar ikki politikkin.

-Bara ferðingin um Suðuroyarfjørð fór við eini øgiligari tíð og eg vildi helst ikki búgva norðanfyri. Eg sat 24 ár á løgtingi, átta ár sum løgtingsformaður og tvey ár í landstýrinum, sigur hann.

Hergeir er giftur við Hannu Oluffu Østerø úr Skálafirði. Tey eiga trý børn. Ein son, og tvær døtur. Og barnabørnini eru eisini komin.

Hergeir hevur nokk at takast við. Hann er eitt nú virkin í svimjing og í ættargransking.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.