Skriva út

Hergeir Jacobsen

Hergeir Jacobsen
klokkari
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hergeir er føddur 30 januar í 1941, meðan seinni heimsbardagi rasar og USA er við at koma upp í kríggið og hann hevur verið sjómaður og hevur fingist við fisk alt lívið. Nú, hann er komin inn í taran á lívsleiðini, situr hann í hugnaliga kjallaranum og ger modellskip og er aftur í fiskivinnuni. Uttanfyri gongur eitt gásapar og nakrir veðrar. Hergeir er nólsoyingur og hann fyllur somikið í fyritakssemi, at øll vita, hvør hann er.

-Eg havi avloyst av og á sum klokkari. Serliga havi eg avloyst Erlend Thomsen og Hákun Jacobsen. Vit hava altíð í okkara húsi gingið í kirkju. Eg havi ikki verið settur klokkari, einans avloysari, sigur hann.

-Eg var 15 ára gamal, tá íð eg fyrstu ferð fór til skips. Tað var við einum trolara, sum var keyptur úr Skotlandi og kallaðist “Lunar Bow”. Talan var um ein jarnbát, sum hevði verið kolfýrdur.  Vilmund Poulsen, sáli,  var skipari. Vit fóru á ísfiskaveiðu undir Íslandi, men har fór maskinan í knús og tað var endin á tí ævintýrinum. Eg fekk harðan skúla, tí eg kom umborð á “Fiskanes í 1962 og var tvey ár við hesum roktrolaranum. Í 1963 tjenti eg 20.000 krónur og tað var besta inntøkan í Nólsoy tað árið, sigur Hergeir Jacobsen .

-Eg haldi, at virkna lívið hevur verið spennandi. Í 1976 fingu vit trolaran Margretu, ein nýbygningur úr Fraklandi. Odmar Juul Samulsen úr Klaksvík var umboðsmaður og fekk keypið í lag. Vit fiskaðu gott. Høvdu Margretu í níggju ár og fingu síðan Royndina Fríðu, sum varð bygd í Vági. Og bygdin fekk eisini flakavirkið.

-Eg var giftur við Tórbjørg. Hon var úr Nólsoy. Hon doyði av krabbamein í 2008. Í dag livi eg saman við Dagnhild, hon er ættað av Tvøroyri. Vit eru ikki gift, men hon man ætla sær at vera verandi, tí hon hevur selt húsini á Tvøroyri. Og tað hevur fruktað væl í lívinum. Eg eigi tríggjar synir og eina dóttir og 11 barnabørn. Eg eri abbi at tvillingum og langabbi at tvillingum eisini, sigur Hergeir Jacobsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”