Skriva út

Hentze Klein Joensen

Hentze Klein Joensen
deknur
Oyndarfjarðar kirkja
“Eg eri innkomin í hetta heilaga hús...” eru fyrstu orðini ein føroyskur deknur sigur til eina og hvørja gudstænastu, uttan mun til um talan er um eina deknagudstænastu, ella um prestur er. Og Hentze Klein Joensen úr Oyndarfirði hevur lisið inngangsbønina, síðan hann fyri allar fyrstu ferð legði lestrarfjølina á kórsgáttina í vanligari standandi lestrarhædd. Hetta hendi 14 februar 1992.

Og Hentze hevur ikki bara verið deknur í kirkju. Hann hevur eisini verið deknur umborð á  Chr. í Grótinum í mong ár. Har hevur hann lisið lestur fyri brøðrum og kirkjufólki og andakt hevur verið yvir. Nú er hann við Norðborg, og har ganga menn vakt og tí ber ikki til at samla manningina til lestur longur. Hentze hevur í skrivandi stund verið 40 ár á sjónum og hann hevur næstan burtur av siglt við systkinnabarninum Kristian Martin Rasmussen og hansara synum og Hentze er útbúgvin hotelkokkur og hevur verið kokkur alt lívið.

Tað var Erling Mortensen, sum tá var deknur, sum spurdi meg. Eg varð eitt sindur kløkkur.  Tað kom sum eitt skot. Har komu nógvir tankar fram fyri meg. Vit sóu upp til kirkjutænarar, tá eg var smádrongur. Eg segði við Erling, at eg skuldi svara um eina viku. Og síðan fóru tankarnir í gongd, um eg nú var góður nokk. Hinvegin, vit koma í kirkju, júst tí vit ikki eru góð nokk og eg segði ja.

Og tað er nakað heilagt við starvinum. Tað er nakað heilagt við at koma inn í kórið. Her er nakað guddommiligt og tú fær ikki somu høgtíð innan í tær, tá íð tú lesur lestur umborð á skipi, sigur hann.

Eg haldi eisini, at tað er vorðið lættari at lesa nú. Vit hava fingið eina nýggja altarbók, og hon er lættari.  Serliga vóru epistlarnir í sálmabókini undan lestri, sum ofta vóru frá Paulusi vóru torførir at lesa, sigur Hentze Klein Joensen.

Í Oyndarfirði eru vanliga 15-20 fólk í kirkju og eitt sindur minni illveðursdagar. Onkuntíð koma fremmandafólk og tey gera gudstænastuna eyka hugnaliga.

Hentze siglir ikki so nógv longur. Hann hevur áhuga í seyði og eigur 12 seyðir í Ognhaganum.  Og sær tú hann i bygdini, hevur tað okkurt við seyðin at gera ella vitjar hann foreldur síni, sum búgva niðri í bygdini og sum í dag eru gomul.
Hentze er føddur 11 mars 1949.