Skriva út

Henry Sjóstein

Henry Sjóstein
klokkari
Viðareiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Aftaná læknastríðið var eitt sokallað babyboom í Klaksvík, árgangur 57 er serliga stórur. Henry Sjóstein er ein av hesum árganginum,  hann er føddur 1. juli 1957. Hann minnist frá skúlanum í Klaksvík, at antin 123 ella 127 næmingar gingur í skúlanum, sum vóru føddir í 1957. Hesin skuldu eisini konfirmerast, ella teir sum ikki hoyrdu til Brøðrasamkomuna og í 1971 vóru ikki færri enn 64 konfirmantar í Klaksvík, hetta er størsta talið, sum nakrantíð hevur verið.

-Kona mín er av Viðareiði og eitur Kristina. Hon er av Nybo ættini. Vit komu saman í 1977. Mær dámdi væl her norðuri á Viðareiði og henni longdist aftur til heimbygdina, sigur Henry Sjóstein.

-Tað er ikki altíð, at man hevur gjørt tey røttu valini í lívinum. Eg fór at læra til snikkara hjá Karl Hansen, ella Tofta Karl, sum vit nevndu hann. Men um hesa tíðina var snikkarafakið um at doyggja  út. Líka mikið, tað var ótrúliga stuttligt at læra og eg havi fingið nógva gleði av fakinum síðani. Í dag er mest sum einki snikkaraarbeiði og eg havi tykist við at leggja gólv á. Nú byggir dótturin í Klaksvík og tá verður helst eisini brúk fyri mær, sigur hann.

-Eg byrjaði sum klokkaraavloysari í 1997, sigur hann.

-Og lívið hevur roynst væl. Vit eiga trý børn og átta barnabørn og tað er okkum til stóra gleði, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.