Skriva út

Henry Debes Joensen

Henry Debes Joensen
deknur & organistur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg eri ríkaður av tænastuni í kirkjuni.” Orðini eigur Henry Debes Joensen. Hann hevur verið kirkjutænari í Famjins kirkju í nøkur ár og mong Harrans ár deknur og organistur í Argja kirju. Henry er føddur 6. juli 1936.

-Eg eri av Debes ættini, sum stavar frá systrunum hjá Lucas Debes, sum fjølgaðust í Føroyum. Lucas Debes átti sjálvur ongi børn. Systir Lucas  Debes giftist til Oyrar í Sundalagnum og navnið fylgdi við. Tað víðagitni Skræddar Debes var abbabeiggi mín. Hann var gjáarmaður og mín familja kemur eisini hagan. Eg eri uppvaksin í Famjin, har mamma mín varð ættað. Eg tók læraraprógv í 1960 og var tey fyrstu fimm árini lærari í heimbygdini Famjin. Síðan fekk eg starv á Argjum og her var eg í 33 ár, til eg fór frá vegna aldur, sigur Henry Debes Joensen.

-Eg var deknur og organistur í Famjins kirkju í fýra ár og 42 ár í Argja kirkju, kirkjan er ein gróðursettur partur av mínum lívi, sigur hann.

-Tað var eisini ein spennandi tíð í Famjin. Eg var á kolinum. Har var nógv kol og teir gjørdu ein trábana at fáa kolið oman. Teir byrjaðu at bróta kol í Famjin í míni tíð. Tað var mest til húsbrúk. Tað kom ein maður frá Rangabotni, ein svii, Viberg var hann nevndur, og hann legði lag á. Ein annar svii var eisini, hann var geologur og kallaðist Marstein.

-Eg eri ofta í Suðuroy og ferðist og vitji skyldfólk. Eg eigi fleiri systkir í Suðuroy.

-Hjalmar Hátún lærdi meg at spæla orgul. Hetta hendi á læraraskúlanum. Eg fekk hug at spæla beinanvegin og eg vildi læra at spæla ordiliga eftir nótum. Hetta førdi við sær, at eg havi í 51 ár spælt á Landsjúkrahúsinum. Tað var Jákup Joensen, próstur, sum bað meg. Í fyrstuni var gudstænasta á hospitalinum hvønn sunnudag. Seinni var hetta broytt til mikudag og hósdag. Mær dámdi væl at spæla fyri sjúkum og eg kom at kenna nógv fólk.

-Konan er dóttir til Jammus, ella Petur Rasmus Johannesen á Skála. Hon eitur Katrin Nicoba og vit hava fingð tríggjar dreingir og seks barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.