Skriva út

Henrik Andreassen

Henrik Andreassen
klokkari
Haldórsvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

At vera avloysari, er eisini eitt starv í føroysku fólkakirkjuni og Hendrik Andreassen er avloysari, tá íð beiggi hansara, Henry Andreassen, hevur forfall sum klokkari í Haldórsvíkar kirkju. Og Hendrik er av eini rættari klokkarafamilju. Hendrik er føddur 14. november 1953.

-Abbi mín, sum eg eri uppkallaður eftir, var klokkari til hann doyði í 1951. Jákup Samuelsen í Nýggjustovu avloysti hann. Síðan tók pápi við og nú ringja vit báðir synirnir, sigur Hendrik Andreassen.

-At vera klokkari er kanska ein plikt, men ikki ein tung plikt. Vit hava altíð gingið í kirkju og eru ein partur av kirkjuni og klokkarastarvið hevur verið í familjuni, tað fellur mær heilt natúrligt, at vera klokkari. Vit hava tikið við eftir okkara forfedrum og tað er ongin trupulleiki, sigur hann.

-Eg eri elektrikari. Eg lærdi til elektrikara á Tórshavnar Skipasmiðju, tað var eitt gott lærupláss. Eg vildi víðari og fór niður í 1976 at fáa installatørprógvið. Eg var liðugur í 1978 og fekk starv hjá Leif Mohr og havi verið her síðani, sigur Hendrik Andreassen.

Hendrik trívist væl í heimbygdini. Hann hevur seyð, og hetta fer við stórum parti av frítíðini. Hann heldur til í barnaheiminum og hevur ætlanir um at liva pensionistalívið í Halldórsvík.

Hendrik dámar væl fótbólt og tað er einki loyndarmál, at hann er B36 um ein háls.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.