Skriva út

Henning Niclasen

Henning Niclasen
organistur
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hvalbingurin Henning Niclasen er organistur í Sandvíkar kirkju. Hann hevur eisini onkuntíð spælt í Hvalbiar kirkju og á Tvøroyri. Henning er føddur 16. mars 1960.

-Eg havi altið spælt musikk, heilt frá tí eg var óviti. Serliga harmoniku. Fyri nøkrum árum síðani fór eg undir at læra meg at spæla eftir nótum. Sálmar eru genialt samansettir og mær dámar serliga væl sálmar, sum siga mær nakað og sum hava flott løg, sigur Henning Niclasen.

-Eg fór sum ungur til skips. Fyrst við Ranafossi og síðan við R.C. Effersøe. Síðan við kubabátunum. Eg var eisini ein ógvuliga langan túr við Nónhamri og eftir tað fór eg á skúla til skipsførara. Eg var við kemikaliubátunum hjá Global Cemical Tankers, var eisini við farmaskipum hjá Saltsøluni, Herborg og Carolinu og seinni við danska reiðarínum Knud I Larsen.

- Nú bilar heilsan, eg havi verið sjúkrameldaður síðan apríl í fjør, eg eri í starvi sum stýrimaður umborð á Smyrli. Nýruni rigga ikki sum tey skulu, tað hevur verið neyðugt við dialysu og hetta hevur givið hjáárin. Eg haldi, at tað gongur betri nú. Eg vóni at blíva frískur aftur, men nú eri eg eitt sindur skerdur.

-Konan eitur Unn, hon er fødd Berg og eru úr Nesi í Hvalba. Vit eiga eina dóttir, Gunnvá er 25 ára gomul, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.