Skriva út

Hendrik Tórsson Olsen

Hendrik Tórsson Olsen
klokkari
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hendrik Tórsson Olsen er hósvíkingur og hann hevur í mong ár búð aðrastaðni. Hann er nú fluttur aftur til heimbygdina og tað sum fer við mestu tíðini er fyritøkan Renovent, sum hann er stjóri á, og serliga at syrgja fyri, at fyritøkan hevur nóg mikið at gera. Renevent er ein hitafyritøka, sum leggur nýggjar hitaskipanir og fæst við bjálving. Hendrik er føddur 16. desember 1963.

-Eg eri uppvaksin í einum klokkaraheimi. Babba var klokkari allan mín barndóm. Hann legðist uppi á landi í 1963 og eg var við honum í kirkjuni sum smádrongur. Eg eri ikki tænari í dag. Eg havi ringt einaferð, síðan vit fluttu aftur til bygdina.

-Vit hava búð ymsastaðni. Eitt nú í Noreg og Danmark og fluttu til Miðvágs, tá vit fluttu heim aftur. Konan, Bjørg av Kák, er ættað og uppvaksin í Miðvági. Eg arbeiði á Renovent í Hósvík og vit loysa allar uppgávur innan HVS og Ventilatión, vit gera eisini nógv stórarbeiði innan aling og á smoltstøðum. Vit hava eisini lagt hita í nógvar stórar bygningar og arbeiða við jarðhita.

-Meðan pápi livdi keypti eg barndómsheimið í Hósvík og nú eru vit flutt aftur til Hósvíkar. Eg og Bjørg eiga tveir dreingir og vit hava fingið trý barnabørn og fjórða er á veg, sigur hann.

-Eg var klokkari til eg fór burtur. Og tað er gott at flyta heim aftur til Hósvíkar. Vit búgva ein hálvan tíma frá øllum og eru heppin, vit sleppa frá at brúka dýra Eysturoyartunnilin, sigur hann smílandi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.